Neistin vann stórsigur, tá VÍF vitjaði í høllini á Hálsi seinnapartin. Tað vóru ikki færri enn 19 mál á muni.
Úrslitið var 36-17.
Við sigrinum vann Neistin seg upp á næstfremsta plássið á stigatalvuni, sum gevur atgongd til finalurnar um føroyameistaraheitið. Neistin hevur spælt ein dyst meira enn hini bæði oddaliðini.
StÍF vann fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum, og fekk fyrstu stigini síðan 10. november í fjør, tá Kyndil vitjaði í ítróttarhøllini á Skála í gjár. StÍF hevur einki stig fingið í samfullar fimm mánaðir, men umsíðir fekk besta kvinnuliðið hjá felagnum okkurt at fegnast um. Úrslitið var 26-22.
Úrslitini um vikuskiftið:
Stjørnan ? VB 24-21
StÍF ? Kyndil 26-22
Neistin ? VÍF 36-17
Stigatalvan:
1. Stjørnan ? 32 stig
2. Neistin ? 30 stig *
3. Tjaldur ? 30 stig
4. VB ? 20 stig *
5. Kyndil ? 14 stig *
6. VÍF ? 7 stig
7. StÍF ? 3 stig
* Neistin, Tjaldur og Kyndil hava spælt ein dyst meira enn hini liðini. Tey hava spælt 20 dystir, og Stjørnan, Tjaldur, VÍF og StÍF hava spælt 19 dystir.