Klassikari á Hálsi

Fyrsti finaludysturin í manshondbólti verður á Hálsi sunnudagin, og her vera áskoðararnir vitni til enn ein klassikara, tá Kyndil tekur ímóti kappingarneytunum úr VÍF

Kyndil hevur havt eitt fram úr endaspæl í Atlantic Airways kappingini hjá monnum. Tá liðini fóru undir endaspælið, lá Kyndil á fjórða plássi í bestu mansdeildini, og eftir fyrsta umfar var einki, sum bendi á, at Kyndil fór at koma í finaluna. Tá taptu teir nevniliga fyri hoyvíkingum, og tapið førdi við sær, at teir duttu niður á aftasta plássið í deildini. Kyndil gav tó ikki upp. Í næstu átta dystunum vunnu teir seks og spældu tveir javnar, og við avbera góða stimanum blivu teir klárir til finaluna undan síðsta leikumfari, tá teir taptu fyri VÍF í Vestmanna.
Mótstøðuliðið hjá Kyndli í finaluni verður júst VÍF. VÍF var at kalla einaráðandi í grundspælinum, har teir m.a. megnaðu at vinna síðstu sjey dystirnar á rað. Tá blivu vestmenningarnir eisini róptir sum stórfavorittar at vinna meistaraheitið.
Í endaspælinum hevur gongdin tó ikki verið eins góð. Úrslitini hava verið heldur svingandi, og tá teir taptu ímóti Neistanum fyri tveimum vikum síðani, valdi VÍF at siga samstarvið við venjaranum, Dia Midjord, upp.
VÍF bleiv tó klárt til finaluna, har teir nú skulu møta Kyndli í høllini á Hálsi í fyrsta dystinum. Nýggjur maður við stýrisvølin í Vestmanna er ein gamal kenningur. Fyrrverandi VÍF- og landsliðsvenjarin, Lars Nedergaard, hevur nevniliga játtað seg at standa á odda fyri VÍF, tað ið eftir er av kappingini.

Verjan skal koyra
VÍF hevur havt takið á Kyndli í landskappingini í ár, men seinast liðini møttust í høllini á Hálsi, var eingin ivi. Tá vann Kyndil nevniliga stórt. Hans Áki Dal Christainsen hjá Kyndli væntar tó ein javnan dyst hesuferð.
- Ja, eg vænti ein javnan og spennandi dyst, sum vit heilt víst ætla okkum at vinna. Tað hevur stóran týdning, at vit fáa verjuna at koyra, tí so skal alt hitt nokk koma.
Kyndil hevur annars spælt sera skjótan hondbólt í endaspælinum, og hetta hevur víst seg at rigga væl. Hans Áki sigur eisini, at hetta skulu teir halda fast um.
- Vit mugu fáa okkara skjóta spæl at koyra í dystinum. Hetta hevur riggað væl hjá okkum í seinastuni, so tað mugu vit halda fast um. Tað hevur eisini stóran týdning, at vit skora uppá okkara møguleikar. Hasin bólturin skal bara í málið, sigur Hans Áki, sum eisini metir, at heimadysturin helst skal vinnast.
Annars stendur hampiliga væl til við fólki hjá Kyndli til dystin sunnudagin. Einasta ivamálið er Hjalti M. Jacobsen, sum hevur ein skaða í fótliðinum.

Eingin Eli
Ein av dyggastu stuðlunum á VÍF-liðnum, málmaðurin Eli Müller, verður ikki við í fyrsta finaludystinum sunnudagin, tí hann fekk reyða kortið í sísðta dystinum í endaspælinum. Eli hevur staðið sera væl í ár, men Regin Joensen hjá VÍF heldur, at tað nokk skal fara at ganga kortini.
- Vit hava ein annan góðan málmann í Bárði Nielsen, og hann fer heilt víst at standa ein góðan dyst ímóti Kyndli. Tað hevur stóran týdning, at verjan eisini hjálpir málmanninum í einum slíkum dysti.
Regin heldur annars sum heild, at verjan verður avgerandi í einum slíkum dysti.
- Vit mugu fyrst og fremst hava eina harða og ágangandi verju, og so skulu vit eisini steðga Janus Einar, sum er ein sera týdningarmikil spælari hjá teimum. Harafturat skulu vit eisini fáa okkara skjótálop at rigga, so fer tað nokk at ganga.