Fótbóltur
Fyrstu ferð Italia og Frakland møttust í einum endaspæli, varð í HM-endaspælinum í Fraklandi í tí Harrans ári 1938. Liðini møttust tá í fjórðingsfinaluni. Hóast heimavallarfyrimun, so tapti vertstjóðin 3-1 til Italia. Colaussi legði Italia á odda longu eftir 9 minuttum, men minuttin seinni hevði Heisserer javnað fyri Frakland. Í 2. hálvleiki setti Italia tingini uppá pláss við tveimum málum, sum Piola skeyt. Italia spældi seg í finaluna, sum teir vunnu 4-2 á Ungarn, sum varð ein fótbóltsstórtjóð í gomlum døgum. 40 ár seinni – í 1978 - møttust liðini í bólkaspælinum við HM-endapælið, sum var leikt í Argentina. Italia vann 2-1, hóast Frakland longu kom á odda í 1. minutti við einum máli, sum Lacombe skeyt. Ein ungur álopsleikari, tann seinni so navnframi Paolo Rossi javnaði eftir 30 minuttum. Tíðliga í 2. hálvleiki skoraði Zacarellli sigursmálið hjá Italia. Í 1986 eydnaðist tað loksins Fraklandi at fáa hevnd. Liðini møttust tá í 1/8 finaluni í HM-endaspælinum, sum var spælt í Mexico hetta árið. Frakland vann 2-0, Michel Platini skoraði fyrra málið, meðan Stopyra skoraði seinna málið, Frakland sendi heimsmeistarnar frá 1982 út í myrkrið.
Brotsspørk og Golden Goal
Tær seinastu tríggjar ferðirnar dystur hevur verið millum Italia og Frakland í einum endaspæli, hevur talan veruliga verið um sera stóran dramatikk. Í tveimum førum hevur verið talan um eina finalu. Eins og tá Frakland var HM-vertur fyrru ferð í 1938, so møttu teir aftur Italia í fjórðingsfinaluni. Talan gjørdist um ein málleysan dyst, og eisini ein málleysan umdyst. Liðini máttu út í eina dramatiska brotssparkskapping. Zinedine Zidane og Roberto Baggio settu tvey tey fyrstu brotsspørkini í málið, men so brendu bæði Lizerazu hjá Fraklandi og Albertini hjá Italia. Liðuni fylgdust so til støðuna 3-3. Laurent Blanc fer fram og skorar til 4-3 til Frakland. Di Biagio má skora fyri at halda Italia inni í dystinum, men hann brennur. Frakland vinnur seg seinni heilt fram til finaluna, har teir vinna ein greiðan 3-0 finalusigur á Brasilia. Fyrstu ferð, liðini møttust í eini finalu, var í EM-endaspælinum, sum var í Belgia og Hollandi í 2000. Liðini spældu á De Kuip í Rotterdam. Delveccio legði Italia á odda 1-0 eftir 55 minuttum, og tað sá út til, at Italia kundi koyra sigurin trygt heim, men í yvirtíðini javnaði Sylvain Wiltord, og liðuni máttu út í longda leiktíð. Tá var Golden Goal - liðið, sum skoraði fyrst í umdystinum, vann – galdandi. Ein regla, sum nógvir fótbóltsfjepparar siga seg fegnast um bleiv avtikin. 13 minuttir vóru farnir av umdystinum tá David Trezeguet bumbaði bóltin í málið, og so var Frakland fyrsti heimsmeistarin, sum eisini vinnur EM eftir at hava vunnið HM. Í HM-endaspælinum í Týsklandi í 2006 møttust liðini aftur í finaluni. Liðini løgdu hart út í finaluni, sum var leikt á Olympiska Leikvøllinum í Berlin. Zidane skoraði uppá brotsspark longu í 7. minutti, og í 19. minutti hevði Materazzi javnað fyri Italia. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1. Liðini noyddust aftur í umdyst, og móti endanum av umdystinum hendi tað, sum fólk minnast best. Málskjúttarnir Zidane og Materazzi hava ein orðadrátt, sum endar við, at Zidane skallar Materazzi niður, sum sjálvandi spælir stórt uppá mistakið hjá Zidane. Zidane er ikki tøkur at skjóta brotsspark fyri Frakland í brotssparkskappingini, tí hann verður vístur av vøllinum fyri skallaran, og skilið verður hareftir. Seinni kemur fram, at Materazzi hevur spottað systrina hjá Zidane. Hetjan frá EM-finaluni í 2000, David Trezeguet brennur longu tað næsta brotssparkið hjá Fraklandi, meðan Italiumenn banka øll fimm spørkini í netið. Italia gerst HM-vinnari fyri fjórðu ferð, og Frakland, og tá serliga Zidane mugu sleikja sárini aftaná.
Í kvøld eru Italia og Frakland bæði líka illa sperd. Annað av teimum rýkur út í myrkrið í kvøld, og veit illa til, og spæla londini javnleik, meðan Rumenia bert tapir við einum máli ímóti Hollandi, ja so eru bæði Frakland og Italia úti, og tað hevði verið vorðið sum gøla í londunum báðum. Men lat okkum bara vóna, at vit fáa enn ein klassikkara í kvøld.