Klintrari stongdi Eifeltornið

Ein persónur royndi í gjár at klintra upp í Eifeltornið. Maðurin er handtikin.

Persónurin, sum í gjár var sæddur í ferð við at klintra upp eftir Eifeltorninum í franska høvuðsstaðnum, París, er nú í varðhaldi hjá løgregluni. Tað upplýsir franska tíðindastovan AFP. Ein talsmaður hjá løgregluni upplýsir sambært AFP, at maðurin varð tikin, eftir at hann klintraði í Eifeltorninum í meira enn seks tímar.

##med2##

Hann er enn ikki eyðmerkur.

Tornið varð í sambandi við hendingina stongt fyri vitjandi, men letur upp aftur í morgun til vanliga tíð.

Eifeltornið varð í gjár evakuerað. Tað upplýsit felagið, sum stendur fyri rakstrinum av torninum. Orsøkin var, at ein persónur var farin at klintra upp í heimsgitna tornið.

– Ein klintrari er saæddur. Tað eru fastar mannagongdir: Vit eru noydd at steðga persóninum, og tí eru vit noydd at evakuerað tornið, sigur eitt starvsfólk hjá felagnum við AFP.

##med3##

Ein talsmaður hjá løgregluni upplýsir, at fleiri sløkkiliðsmenn – teirra millum ein klintriserfrøðingur – var til staðar í torninum. Teir høvdu samband við klintrararn, hvørs motiv enn er ókent.

Enn er ógreitt, hvussu hann megnaði at sleppa ígjøgnum strongu trygdarskipanina í torninum.

##med4##

Tað er ikki fyrstu ferð, at ein persónur klintrar upp í eyðkenda franska tornið. Í 2015 klintraði bretski James Kingston allan vegin upp á toppin av Eifeltorninum uttan nakra trygdarútgerð og uttan loyvi.

Eifeltornið er 324 metrar høgt og er hægsti bygningur í París.

 

/ritzau/AP

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

Myndir: Charles Platiau/Reuters