Tá løgreglan í gjár var í Norðragøtu og máldi ferðina hjá bilum sum koyrdu í Gøtudali, vóru átta bilførarar steðgaði og skrivaðir fyri at koyra ov skjótt. Teir koyrdu millum 99 og 110 km um tíman, sum gevur klipp í koyrikortið. Ein bilførari varð eisini tikin fyri at tosa í fartelefon. Tað fekk hann klipp í koyrikortið fyri.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni, sigur vaktleiðarin í morgun. Okkurt smávegis ferðsluóhapp hevur verið, men tað var bara við smávegis materiellum skaða og einki við fólkaskaða. Ein hevði tikið í eitt skelti, og ein hevði tikið í ein parkeraðan bil.











