Tað er eldur í einum stórum bygningi í Hong Kong í løtuni. Talan er um íbúðarblokkarnar, Wang Fuk Court í Tai Po.
Sagt verður, at famvegis eru fleiri fólk inni í bygninginum.
Sløkkiiðið upplýsir, at tey fingu boðini um eldin í Wang Fuk Court klokkan 15, lokala tíð, sum er klokkan 07 okkara tíð.
Kringvarpið RTHK veit at siga, at fleiri fólk eru í brennandi bygninginum, og hetta eru tíðindi, sum løgreglan ber.
Í Wang Fuk Court eru átta íbúðarblokkar, og her eru tilsamans 2000 íbúðir, veit norska kringvarpið at siga í morgun.











