Klipp í koyrikort og ólóglig prutl

Seinasta nátt hevur verið rímiliga friðarlig hjá løgregluni.

Tá løgreglan gjørdi ferðkanningar á Marknagilsvegnum klokkan 01 í nátt, var ein bilur máldur at koyra 76 km um tíman. Tað gevur klipp í koyrikortið.

Løgreglan gjørdi eisini átak ímóti prutlum. Fleiri vórðu steðgað, og trý mál vórðu skrivað, har prutlini vórðu broytt soleiðis, at tey kunnu koyra skjótari enn loyvt er. Tá prutlini vórðu sett á rullibrettið, sum vísir, hvussu skjótt tey kunnu koyra, vísti tað seg, at tvey teirra kundu koyra ávikavist 62 og 77 km um tíman. Tað fáa førararnir eina bót fyri. Í gomlum døgum tók løgreglan prutlini og skrúvaði ólógligu lutirnar av teimum, áðrenn eigarin fekk tey aftur. Soleiðis verður ikki gjørt í dag. Nú fær førarin bót. Men ger hann tað aftur, so fær hann eina enn størri bót. Og triðju ferð fær hann aftur eina størri bót, men tá verður hald eisini lagt á prutlið. 

– Og tá er tað líka mikið, um tað er hansara egna prutl, ella eitt hjá einum vinmanni, hann hevur lænt. Hald verður lagt á prutlið, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Tann triði, sum varð skrivaður í bókina hjá løgregluni hevði ikki koyrikort, og tað fær hann eisini eina bót fyri, men prutlið hjá honum varð mált at kunna koyra 84 km um tíman.

– Og tá er vandi á ferð, tá ein ungur førari uttan koyrikort koyrir á prutli, sum kann koyra so skjótt, vísir vaktleiðarin á politistøðini á.

Prutl í Føroyum verða býtt í tveir flokkar. Tey, sum í mesta lagi skulu kunna koyra 30 km um tíman, og tey, sum skulu kunna koyra í mesta lagi 45 km um tíman. Til tey smærru krevst, at tú ert 15 ár og hevur koyrikort. Til tey størri krevst, at tú hevur koyrikort og ert fyltur 16 ár.

Munurin á prutlunum sæst á tølunum á nummarplátuni. Tey sum ikki skulu koyra meira enn 30 km um tíman hava grøn tøl á nummarplátuni, hini hava blá tøl.