Kliptu pláturnar av 24 bilum

Løgreglan hevur verið í Eysturoy og í Norðoyggjum í dag og klipt nummarplátur

Í dag hevur løgreglan verið í Norðurøkinum og leita eftir bilum, sum ikki hava goldi vegskatt fyri seinna hálvár í ár.

 

Í gjár sendi Akstovan løgregluni ein lista við 541 bileigarum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár.

 

Endamálið við hesum er at fáa løgregluna at tak pláturnar av bilunum, so at teir ikki kunnu brúkast aftur, fyrrenn viðurskiftini eru fingin í rættlag.

 

Og í dag fór løgreglan til verka og tað vóru Eysturoy og Norðoyggjar, sum stóðu fyrst fyri tørni.

 

Løgreglan sigur, at tilsamans hevur løgreglan klipt nummarpláturnar av 24 bilum í dag.

 

Hildið verður so fram kring landið hesar næstu dagarnar.

 

Løgreglan sigur, at áðrenn hon fær boð um at taka pláturnar, hevur bileigarin fingið fleiri rykkjarar.

 

Tí verða pláturnar nú kliptar uttan ávaring.

 

Men hevur bileigarin goldið áðrenn løgreglan finnur bilin, verða pláturnar sjálvandi ikki kliptar.

 

Hjá teimum, sum flyta vegskattin umvegis netbankan, verður inngjaldið skrásett hjá Akstovuni beinanvegin og so verður bilurin tikin av svartalista og sostatt verða pláturnar heldur ikki kliptar.

 

Verður rokningin goldin á Posta, kann tað taka nakrar dagar, áðrenn gjaldið kemur Akstovuni ú hendi og tá er ráðiligt at faxa Akstovuni kvittanina, ella at senda hana við teldubrævi.

 

Tað kostar 600 krónur at fáa nýggjar plátur, men tær verða ikki útflýggjaðar, fyrrenn eftirstøðan til Akstovuna er goldin, saman við ómaksgjøldum fyri rykkjarnar.

 

Annars hevur løgreglan aftur kannað ferðsluna í dag og í hesum sambandi eru nógvar bøtur skrivaðar fyri trygdarbelti, fyri at tosa í handhildnari fartelefon, fyri at koyra ov skjótt o.s.fr.