Lok verður lagt á Havnará á fram við Tinghúsvøllinum í Havn í 1956

Kloakviðurskiftini í Havn kunnu sum einki loysast

Tað heldur Arnstein Niclasen, verkfrøðingur og fyrrverandi býráðslimur í Havn.

Lok verður lagt á Havnará á fram við Tinghúsvøllinum í Havn í 1956

Í grein í Sosialinum í dag hugleiðir hann um Havnará og um avbjóðingarnar við luktinum úr ánni – íbirtur úr kjakinum um kloakkviðurskiftini í Havn seinastu tíðina:

 

Havnará í andgletti

 

Kringvarpið brúkti herfyri ein­ar 15 – 20 minuttir av bein­leiðis tíðinda sendi­tíð um ta nú óunniligu Havn­ará. KvF hevði í hesum sam­­bandi leitað upp tveir góðs­lig­ar, gamlar gubbar og fyrr­verandi býráðslimir til av­hoyringar um málið.

 

Nakar bati ella loysn av váð­anum kom tó ikki til sjóndar, men úr caffelatte angandi Kaspar bleiv kortini klárt konstaterað – annar var nakað ØSTUR - at Mið­býurin í Havn var ein KØSTUR!

 

Burtursæð frá, at út­søgn­in omanfyri ber upp á rím, so munar hon ikki so nógv í nær­verandi kreppustøðu. So her má ein sáttlig eft­ir­met­ing helst hóska betur í sann­leik­ans áhuga, hetta við ­h­es­um veruleika í huga, at hvør borgari býarins – sjálvur er ein dálkandi eind – ja, hvønn dag í árinum!

 

##med2##

 

Søgan

 

Kanska kann eitt søguligt leiti muna her. Í gamal Pom­peii lógu vegirnir um ein fót lægri enn gongubreytirnar, og har bleiv so mestsum øll dálk­andi fyribrigdi bara blak­að út á vegin í teirri vón, at eitt óført áarføri við grim­d­ar­regni kundi beina nak­að av hesum burtur úr eyg­sjón.

 

Nakað soleiðis er støðan hjá okk­um, tíverri, enn - um røkt­in trýtur av vanliga við­lík­a­­haldinum. Tí øll vita vit vitiliga, at ein kloakk luktar - sum ein kloakk!

 

Og Havnará er bara, sum aðrar mataráir, ið vit kenna til kring landið, vorðin til eina vanliga kloakk frá hús­ar­hald­um. Mataráin varð van­liga dálkað í niðara enda av frá­renslum, men tó nýtt til klædn­a­vask longri uppi, og so enn longri uppi nýtt til van­ligt drekkivatn. Men so hendi tað, sum frá leið, at øll áin bara bleiv til eina klo­akk.

 

##med3##

 

Aðrar tíðir og útgerð

 

Fyri 70 árum síðani varð valt at leggja Havnará undir heilt frá brúnni omanfyri Sjón­leik­ar­húsið og oman á Vagl­ið, sum førdi til, at áin har­við var fjald úr eygsjón - heilt út á Eystaru vág.

 

Betonglok varð stoypt út yvir ánna. Um botnur og vegg­ir­nir í ánni blivu stoypt­ir upp undir lokið - yvir alt strekkið - er helst óvist. Og um flestu frárensl frá hús­um enn renna opin - beint út í ánna.

 

Men minnast skal tó til her, at hetta var í tí tíð­ar­skeið­i­num, táið einasta loys­n­in til leiðingar var ein met­ur long betong-rør ella leir-rør. Har ið skoytini van­liga vóru tilsvarandi tøtt - og royndust ofta ótøtt við, tí­verri - og bara fáir rør-deilir vóru til taks, og rørini høvdu vitiliga lætt við at brotna.

 

##med4##

 

Havnará og Søren Langvad (1924-2012)

 

Í 1973 búðu Søren, verkfr., stjóri og høvuðsseigari av bgf. E. Pihl og Søn, á Hotel Haf­nia, meðan hann lá veð­u­rfastur vegna vantandi flog­lík­indi. Hann gekk tí av og á út á Bursatanga, har ið hann ógvaðist yvir hvussu ótýdligt og dálkað um­hvørv­ið longu tá var har, ið Havn­ar­á rann út í vágna.

 

Úti í Hornabø var høv­uðs­skriv­stova felagsins, og Sør­en kom tí út har og bað okk­um (eg starvaðist har sum verkfrøðingur frá 1970 til 1975) um at gera eitt upp­skot - ánni og vágni til batar. Og tað gjørdu vit.

 

##med5##

 

Tunnilin

 

Úrslitið varð, at ein tunn­ils­loysn bleiv projekterað, sum strekti seg frá áar­leg­uni við Hotel Hafnia og út í Sersjant-víkina beint norð­an­fyri Skansan, umleið 550 met­ur til longdar, 1,80 m breið og 2,20 m høg, sum hjá­løgdu tekningar vísa.

 

Tilboðsupphæddin, dag­fest 29.11.1973, fyri at spreingja ein tunnil, um­framt ein útgongd á hálvari leið - út til havnarøkið, var íalt: 1,1 millión krónur. Til­boðið varð góðkent og sam­tykt av býráðnum.

 

##med6##

 

Sprongt var í smáum, m.a. tí at sethús vóru bygd uppi yvir á leiðini, og við tað at grótlindin - frá Skans­a­num og heilt líka niðan á Sand­vík­ar­hjalla - er sera hørð og góð, so har mátti spreingj­ast við nærlagni. A­rbeiðið var avhendað í 1975.

 

Ein betongmúrur varð síð­ani stoyptur upp fyri Havn­ará, so at øll áin - eftir lokið verk - rann út í Ser­sjant-víkina. Tó við eini yv­irflóð upp um múrin, um illa vildi til við serstøkum, nógv­um áarføri.

 

##med7##

 

Deymurin

 

Mesti lukturin kemur, eftir míni meting, av tí, at alt strekk­ið - umleið 120 metr­ar til longdar – frá tunn­ils-inntakinum og oman til Eystaru vág - helst ong­an­tíð verður skolað út, og hetta strekkið er tí rætti­liga óunniligt og esjar. Með­an hitt ovara strekkið - frá tunn­ilin og niðan um Sjón­leik­ar­húsið - skuldi verið held­ur reinari fyri lukt, hetta av tí støðuga streym­i­num úti í ánni.

 

##med8##

 

Reinsiverk

 

Septiktangar blivu stoyptir fyrr, men við tíðini varð far­ið frá teim mangan ó­tøttu steptiktangunum til at útvega størri mek­an­isk reinsiverk við reins­i­brunn­um á leiðini. Hesi reinsiverk kunnu fevna um heilar býl­ing­ar.

 

##med9##

 

Tvey sløg av reins­i­ver­k­um eru/vóru vanliga í brúki, men hvørki teirra virka heilt feil­frí fyri lukt. Hospitalið hev­ur/hevði eitt biologisk reins­i­verk, sum er meiri eff­ek­tivt, men kann tó lukta nak­að. Og tey mekanisku reins­i­verkini, sum eru sum ov­ur­stórir septiktangar, virka ikki betri, men kunnu lukta heldur minni.

 

Í Hoyvíks haganum finst eitt mekaniskt reins­i­verk á Mýrini, har ið frá­rens­l­ið rennur út um hálsin norðan fyri Kúrberg, og eitt annað reins­i­verk er at finna á fløt­uni í niðastu Hoydølum, har frárenslið rennur út á sjógv nakað norðanfyri Boð­a­nes­gjógv.

 

##med10##

 

Rør úr á Glyvursnes?

 

Hetta er helst ein typisk donsk, kostnaðarmikil huga­mynd fyri ótaldar milli­ón­ir, har sum donsku streym­við­ur­skiftini og botn­urin vitiliga er ein heilt annar, og ti eigur hetta upp­skotið ikki at fáa annað beini til jarðar. Tað er so burturvið.

 

Allir høvuðsstaðir í vest­ur­heiminum hava sítt baks av sínum kloakkum, so at einki skal bera til at gera her í avmarkaða høvuðs­stað­num, Tórshavn, fái eg meg ikki til at  trúgva.

 

Streymur er nokk av

 

Vit liva sum oyggjaland í mesta streymasjógvi, og fleiri kanningar tiknar gjøgn­um farin ár hava víst, at beint við tunnilsmunnan í Ser­sjant-víkini er áarførið vit­i­liga dálkað nakað, men fá­ar metrar frá landi er vatn­ið tynt so mikið, at eing­in dálking yvirhøvur er at hóma, varð sagt frá teimum kanningunum.

 

So besta og bíligasta loysn­in má vera, at fanga tey dálk­andi frárenslini, og síð­ani at føra tey rørløgd nak­ar metrar út frá landi, har ­ið munandi streymur vanl­iga er til staðar.

 

Á niðasta strekkinum, 120 m, av Havnará ber til at ar­b­eiða mestsum á turrum, með­an í ovara strekkinum - helst í stivlum.

 

Loysn er í eygsjón

 

So, mínir vinir, til alla lukku eru plast-rørini nú upp­funnin og vanlig hand­ils­vøra í alskyns longd­um og dimensiónum við marg­fald­um bendum, greinum og reduktiónum.

 

So, um nakar vil veita Havn­ini og luktinum ein bata, so kann tað bara gerast sum í “Stórhvalagildinum” eftir Oskar Hermansen:

 

 

 

“Tá aftur komu hvalirnir og sóu ljóta lagið,

 

teir smoygdu upp um bøkslini og løgdu so í vaðið!”

 

 

 

Loksins

 

Vónandi tekur býráðið nak­að av hesum omanfyri stand­andi til eftirtektar und­ir eini komandi viðgerð av mál­i­num - um ta ótýdligu og lukt­andi Havnará - hetta sum her í stuttum er borið fram av einum til aldur komn­um og fyrrverandi bý­ráðs­limi.

 

Ein sáttlig áskoðan, sum vitiliga er førd fram í bestu MEINING, og so­leið­is sum Peter Belli, den hed­en­gang­ne, syngur so vakurt um: “Uden REGNING!”.

 

 

 

Arnstein Niclasen

 

Lok verður lagt á Havnará á fram við Tinghúsvøllinum í Havn í 1956

Arnstein Niclsen er bæði verkfrøðingur og fyrr­ver­andi býráðslimur í Havn

Havnará á Vaglinum í Havn í 1952

Longdarskurður av tunlinum sum førir Havnará út í Sersjantarvíkina

Tekning sum vísir tunnilin, sum førir Havnará av Áarvegnum út í Sersjantarvíkina við Skansan