Klokkari og organistur bera seg undan tænastu í Christianskirkjuni

Klokkarin og organisturin í Christianskirkjuni hava boðað frá, at teir gera ikki tænastu í kirkjuni annan hvítusunnudag av tí, at karsten Nissen, biskupur í Viborg skal prædika hendan dag. Hans Jacob Joensen, biskupur, sigur, at so fara tey bara at fáa onkran annan at ringja og spæla

Klokkarin og organisturin í Christianskirkjuni hava boðað frá, at tað verða ikki teir, sum ringja og spæla í kirkjuni annan hvítusunnudag.

Grundgevingin skal vera sambært øðrum keldum, Tíðindablaðið sosialurin hevur tosað við - at teir vilja ikki gera tænastu saman við biskupinum í Viborg, Karsten Nissen, sum Føroya biskupur hevur givið loyvi at prædika í kirkjuni, hóast prestarnir og meiriluti í kirkjuráðnum noktaðu fyri at lata honum kirkjuna.

Frá álítandi keldum í Klaksvík hevur Tíðindablaðið Sosialurin fingið váttað, at teir báðir, sum annars hava gjørt tænastu í kirkjuni í nógv Harrans ár, hava boðað frá, at teir ynskja seg frítiknar fyri tænastu hendan dagin.

Sjálvir siga teir seg onga viðmerking at hava til málið.

Teir vilja als ikki úttala seg, søgdu báðir, tá Sosialurin spurdi teir um grundina til hesa avgerðina.

Heldur ikki formaðurin í kirkjuráðnum segði seg hava nakra viðmerking til málið yvirhøvur.

At tveir av kirkjutænarunum ikki vera í kirkjuni hendan dagin, sær Hans Jacob Joensen, biskupur, ikki sum nakran trupulleika.

Hann væntar ikki, at tað fer at standa á at fáa onkran annan at ringja og spæla. Tað hevur verið vanligt, tá onkrum hevur borist frá, sum annars plagar at gera tænastu í kirkjuni.

Tað vanliga plagar í slíkum førum at vera, at kirkjuráðið so heitir á onkran avloysara. Men tað hevur ikki borið til at fingið at vita frá kirkjuráðnum, um so verður.

Keldur, Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað við, meta, at tað helst verður biskupur, sum má finna onkran, sum kann taka hesi bæði størvini upp á seg hendan dagin.

Hans Jacob Joensen, biskupur, sigur, at hann hevur onga grundgeving fingið fyri, hví hesir báðir kirkjutænararnir hava borið seg undan hendan dagin.

Men er tað orsakað av persónligari sannføring, at teir ikki vilja gera tænastu saman við manni, teimum ikki dámar, er tað teirra fulli rættur at gera so. Tað fara kirkjumyndugleikarnir ikki at blanda seg uppí, sigur biskupur.a tingini at fella saman.

Løgmaður vil tó meta, at danir áttu at prioriterað hetta fram um nógv annað. Men hann er so ikki harri yvir, hvussu arbeiðskallendarin hjá donskum ráðharrum sær út.l brot á stýrisskipanarlógina fáa tær neyðugu avleiðingarnar, sum fyriskrivað er. Tað kunna vit væl saktans ikki verða ósamdir um. Men hetta málið hevur jú verið og vent í landsstýrismálanevndini, og tá ið teir ikki hava hildið hetta málið verið brot á galdandi lógir, so kunna tingmenn, í útgangspunktinum, ikki fyrihalda seg øðrvísi enn teir hava gjørt, nevniliga at góðtaka tað sum nevndin varð fullsamd um, vælsaktans og vónandi, eftir at hon hevði kannað málið til botns. Soleiðis er hin politiska skipanin nú einaferð. At tú so seinri hevur bílagt eitt svarð frá einum ella øðrum donskum gummijuristi, tað er so eitt annað mál, og tað hevur ivaleyst eisini givið kassa 1 á Fiskimannafelagnum nakrar økonomiskar skavankir. Men hvat tað skal brúkast til, tað veit eg líka so lítið sum nakar annar, og mín støða til málið kann ongan áhuga hava, tá ið eg bara eri ein av 45.000 vanligum føroyingum, sum ikki finni meg í, at verða pilkaður út úr rúgvuni, av Óla Jacobsen, fyri at svara uppá eitthvørt, tá ið hesi undarligu herðindini royta hann upp í eitt slag av politiskari ekstasu. Kanska hevði tað verið vert at roynt eina rættarsak í hesum máli, Fiskimannafelagið vs. Føroya Landsstýri. Men hondina á hjartað, Óli, hetta málið hjá Signari líkist ikki hesari kastibløkuni hjá tær, tá ið løgtingsgrannskoðararnir í niðurstøðuni, í roknskapinum fyri Sjónvarp Føroya, beinleiðis staðfestu, at stýrisskipanarlógin var brotin. Og hví gjørdi tú ikki okkurt við málið um Yrkisráðið, tá ið tú var løgtingsmaður, og fyri alt tað, tá ið tú, enntá, var landsstýrismaður, í tveimum skiftum, í seinasta løgtingsskeiði(?)


Rúna Sivertsen hevur sett Óla Jacobsen skák í mát

Nú veit eg ikki um tað er ein óskrivað sátt ímillum politikkarar, ikki at svarða Óla Jacobsen aftur. Okkurt bendir á at so er, tí sjaldan kemur hetta fyri. Eingin orkar og tímir hesa verbalu marathonskrivingina, ið sjaldan endar við øðrum, enn eini fullkomnari oyðimarkargongd. Tó síggi eg nú, at Rúna Sivertsen, tingkvinna, hevur sett formannin, meiri ella minni, skák í mát, í Dagblaðnum, - av øllum. Úr sínum uppvøkstri og úr fyritakssama umhvørvinum har norðuri, kennir hon viðurskiftini hjá føroyska sjófólkinum, betur enn tey flestu, so hetta sær ikki so lítið spennandi út. Tá ið nú Rúna hevur innstillað kanónirnar, man tað verða tí, at hon ætlar at stilla upp ímóti Óla, til formansvalið seinri í ár, okkurt er undir uppsigling, tað frættist nú ymsastaðni í fiskimannaumhvørvinum, og nógva ónøgdin, í skýmaskotunum, bendir á eitt skiftið, sum kemur óvæntað á tey flestu. Ja, hví ikki eina forkvinnu í Føroya Fiskimannafelag. Rúna hevur í hvussu er, víðskygdari sosialar hugsanir enn núverðandi formaðurin, tá ið hon rør uppundir eftirlønarskipanir et cetera. Illar tungur vilja verða við, at formaðurin er einasti limur felagsins, sum hevur eina slíka, men kanska er hon so kostnaðarmikil fyri felagið, at ráð ikki eru til so nógv annað. Hetta verða míni seinastu orð í hesum málið. Um formaðurin hjá føroyskum fiskimonnum, fremsti ófrælsis-tænari føroyinga, sponsoreraður av sínum góðvarnu limum, so heldur fram til dómadags, og líkamikið hvussu grovur og perfidur hann annars verður, so fær hann einki svarð aftur hiðani. Over and out.


Tórbjørn Jacobsen