Simona Weihe
-------
Hóast vit í nógv ár hava vitað, at trupult er hjá støkum at klára seg við einari vanligari inntøku, so hevur tað líkasum verið góðtikið, at soleiðis er tað bara. Havi ein keðiligan illgruna um, at tað helst er tí, at serliga kvinnur – við ella uttan børn – sum hava verið í hesi støðuni. Men nú hómast ein hugburðsbroyting til tað betra. M.a. óttin fyri minkandi fólkatali og undirskoti av kvinnum hevur fingið tað at riva fyri eygunum á politikarunum. Ikki at politikararnir einsamallir eiga ábyrgdina, vit veljarar hava stuðlað teimum væl.
Samfelagið er á mangan hátt samansett soleiðis, at tað hóskar betur til tær høgu lønirnar. Onkrir glottar eru hóast alt at hóma, m.a. við bíligari og tryggari bústaðarmøguleikar. Og vónandi fara aðrar broytingar at koma, tí vit øll – ung og gomul, støk og hjún, hálønt og láglønt – eiga hetta lítla samfelagið og ynskja, at tað skal vera fíggjarliga møguligt hjá øllum at húsast her. Tað er kanska at vera í so bjartskygd, tí higartil er gjógvin millum lægru og hægru lønirnar bara blivin breiðari.
Tær støku konurnar við børnum, sum hava verið so djarvar m.a. við at trína fram í hesum blaðnum og greitt frá, hvussu tungt tað er at fáa gerandisdagin at hanga saman fíggjarliga, hóast tær hava fulltíðarstarv, eiga stóra tøkk uppiborna. Tær hava lýst trupulleikan og gjørt hann ítøkiligan við at seta andlit síni á. So tú kanst bara ímynda tær, hvussu trupul støðan er hjá arbeiðsleysum og hjá teimum, sum fáa forsorgarhjálp!
Fyri stuttum var nógv skrivað og tosað um lønir og eftirlønir hjá løgtings- og landsstýrismonnum. Tølini ljóðaðu ørandi. Sjálvsagt skulu tey fáa rímiliga løn. Men einar tíggju ferðir eitt arbeiðsloysisútgjald, tá dugir tú tær ikki hógv. Og eitt slag í andlitið á okkum borgarum, sum gjalda fyri ballið. Synd at siga, at tey hava prógvað seg at vera serliga dugnalig at umboða alt samfelagið og eru tí als ikki verd øru upphæddirnar.
Men aftur til tær djørvu damurnar. Tær áttu at fingið virðisløn fyri at vísa á veruleikan. Tað krevur eitt serligt dirvi, sum ikki kann yvirmetast. Í hesum døgum, nú m.a. »Í menniskjum góður tokki«-felagsskapurin býtir hjálp út til treingjandi, vóni eg, at eisini tey smædnastu og lítillátnastu hava fingið mót til at søkja sær hjálp.
Soleiðis er veruleikin í Føroyum í dag. Takk fái hjálparfelagsskapirnir, sum taka um endan, har samfelagið svíkur. Vónandi fáa teir minni at gera komandi árini.