Klumman: Ítøkiligur dreymur

Simona Weihe
-------------

Fleiri føroyingar flugu fyri tveimum vikum síðan til Keypmannahavnar at uppliva tón­leika­tiltakið Míttland, har føroyskir bólkar og ein­staklingar framførdu.
Tú kanst siga um fleiri av teimum, at teir eru egnir og burturúr, tí rødd, orð, lag og fram­førsla, alt er serstakt og gongur upp í eina hægri eind. Teir hava »tað«, sum heims­stjørnurnar hava. Tá tú hoyrir tey so hugsar ella spyrt tú ikki, hvør man hasin vera, ella hvør er hon? Nei, tað ER Kári P, tað ER Stanley, tað ER Lena, tað ER MC, tað ER Teitur, tað ER Hanus, ella tað ER Týr. Nøkur av hesum vóru at hoyra á Amager Strand.
Tað hevði verið gott, um meira hevði verið at hoyrt til tey her á landi. Gaman í hevur onkur teirra konsertir av og á ymsa staðni í landinum. Men hugsa tær, um tú eitt vanligt gerandiskvøld í Havn uttan nakað hóvasták kundi farið og lurtað eftir einari av føroysku stjørnunum!
Tú hoyrir ofta fólk siga, at føroyingar duga so væl at syngja! Hetta er bara ein pástandur. Kanska er bland komið í at dáma og at duga. At dáma at syngja ger teg ikki til nakra Lenu Anderssen, ei heldur verður tú nakar Pál Joensen, tí tær dámar at svimja! Tú verður heldur ongin William Heinesen, bara tí tær dámar at skriva klummur. Men leikfólki hava vit so avgjørt brúk fyri, tí tað er har alt byrjar.
Men í hvussu so er so elska vit at syngja. Vit syngja allastaðni: í brúdleypum, føðingar­døgum og til øll onnur hugsandi høvi. Og ikki at gloyma møtini. Á andaliga økinum hava vit átt og eiga úrmælingar, sum í áratíggju hava gingið undan og brotið upp úr nýggjum við sangum og útgávum í serflokki.
Úr hesi sangglaðu fjøld av oyggjabúgvum hevja seg so talentini. Tey, sum saman við hinum heimsstjørnunum megna at vekja tónleikaansin og sansin hjá teimum tóna­deyvu og geva okkum bæði undirhald og nakað at hugsa um. Og alsk til tónleik. Tónleik at krydda gerandisdagin við og at brúka bæði í gleði og sorg.
Aftur til umrødda gerandiskvøld. At hugsa sær at kunna farið á konsert eina ferð um mán­aðin. Har allur ófriður, møsn og falskir tónar eru skrædlað burtur.
Jú, tú kanst altíð droyma og ynskja. Men eg haldi hetta er ikki eitt heilt óítøkiligt ynski.