Knút verður róstur

Knút Háberg Eysturstein hevur fær sera gott skoðsmál í danska tíðarritinum, Geiger

Geiger er tónleikablað/ heimasíða, ið leggur serligan dent á alternativan og elektroniskan tónleik. Fyri suttum síðani fekk Havsglóð eisini gott ummæli í Gaffa, størsta danska tónleikablaðnum.
Ummælarin í Geiger leggur fyri við at nevna Havsglóð hjá Knút sum hina nýggjasta útgávuna í røðini av sera spennandi føroyskum útgávum seinastu árini so sum Click-haze, Eivør og Høgni Lisberg, sum jú eisini hava fingið frálík ummæli m.a. í Geiger. Hetta vísur enn einaferð á tann stóra týdning og ávirkan Tónleika-samtakið GRÓT og umhvørvið kring felagið hevur havt á progressiva partin av føroyskum tónleikalívi seinastu árini, ikki bara í Føroyum, men eisini í øðrum Norðurlondum.
Um fløguna "Havsglóð" sigur Geiger millum annað, at hon er ein áhugaverd samanseting av tí stóra og atmosferiska norðuratlantiska tónleikastílinum, ið vit m.a kenna frá íslendsku Sigur Rós, og einum meira jørðbundnum og siðbundnum singer/ songwriter stíli. Ein samanseting sum, hóast hon er nærmast skizofren til tíðir, er full av poesi og vakur-leika. Eisini verður sakt at Knút er sannur yrkjari, serliga í teim føroysku tekstunum, har hann ber fram sangirnar um tey stóru og álvarsligu evnini, deyðan, lívið og frelsuna, við góðum handalagið og inniligari og vakrari rødd.
Ummælarin, Steffen B. Pedersen, endar við at siga, at tey nógvu ymisku hugskotini á fløguni eru við til at skapa eina frískliga og fjølbroytta heild; "...ikke blot gør det, at pladen kommer omkring så mange for-skellige idéer, at man virkelig får nogle forskellige sider af Eystursteins store talent at se ? det skaber, midt i skizofrenien, også en forfriskende af-veksling på en plade, der ellers så nemt kunne være blevet en gang statisk tristesse. Netop derfor ? og fordi man får ni stærke sange, der bærer hjertet uden på tøjet ? bør man stifte bekendtskab med denne virkelig interessante færøske sangskriver".
Í næstum verður ein samrøða við Knút inni á heimasíðuni hjá Geiger og hann er eisini boðin at vera gestaummælari á síðuni. Hetta er sjálvsagt eitt stig rætta vegin fyri Knút sum í løtuni arbeiðir við promotion uttanlanda, m.a við at fáa umrøðu í fjølmiðlunum í grannalondunum og aðrastaðni við.
Alt ummælið úr Geiger kann lesast á www.geiger.dk/anmeldelser/anmeldelse.php