Ólavur í Beiti
Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmaður, hevur sett løgmanni seks spurningar í fyrispurningi. Fyrst vil hon hava at vita, hvussu nógvir løgfrøðingar og búskaparfrøðingar eru í aðalstýrunum? Hvussu nógvar pengar kostar tað almennum stovnum at brúka eksternar løg- og búskaparfrøðingar? Hvat heldur løgmaður vera fyrimunir og vansar við eini miðsavnan av serfrøðini? Og at enda vil Annita á Fríðriksmørk hava at vita um løgmaður fer at taka stig til at leggja løgfrøðiligar uppgávur saman á eina løgdeild, og búskaparligar uppgávur saman undir Fíggjarmálastýrið?
3-5 til hvørt aðalstýri
Í viðmerkingunum verður greitt frá, at tað eru nú átta aðalstýri, sum hvør í sínum lagi hava nakrar løgfrøðingar, nakrar búskaparfrøðingar eins og hópin av øðrum fakbólkum. Fyri løgfrøðingarnar og búskaparfrøðingarnar er tað galdandi, at teir hava hvør sítt stýrið, sum er serliga ætlað teirra fakbólki. Løgdeildin fyri løgfrøðingar. Fíggjarmálastýrið við sínum deildum fyri búskaparfrøðingar.
? Serliga tykjast løgfrøðingarnir at vera í stórum tali innan fyrisitingina. Einir 3-5 eru undir hvørjum aðalstýrið, umframt at stýrini og tilhoyrandi stovnar brúka bæði internar og eksternar løgfrøðingar afturat teimum føstu í aðalstýrunum, sigur Annita á Fríðriksmørk.
? Tó eru bert nakrir heilt fáir á løgdeildini. Hetta merkir í dag eitt ófulfíggjað juridiskt arbeiði bæði í stýrunum og á sjálvari løgdeildini, og kemst hetta av, at einki veruligt umhvørvi verður uppbygt. Tað tykist, sum hvørki uppgávur ella persónar eru sett á rætt stað, men eru miðspjadd út á øll aðalstýrini. Løgdeildin fær vanliga nakrar fáar dagar, har valla er nóg mikið av tíð til annað enn at rætta nakrar stavivillur.
Hægsta boð
? Nú frætta vit, at løgmaður ætlar at brúka kr. 400.000 til at lata ein løgfrøðing lesa frágreiðingina hjá einum øðrum ? alment løntum ? løgfrøðingi. Um løgmaður ikki kann brúka løgdeildina, hví skulu so onnur hava álit á henni? Fyri 400.000 kr. fekk løgmaður hægst lønta løgfrøðing eftir BLF sáttmálanum. Hesin kundi so brúkt bæði tvær og triggjar vikur til frágreiðingina og so røkt veruliga neyðugar uppgávur restina av árinum.
? Tað er einki løgið at síggja byrjunartrupulleikar við eini nýggjari landsumsitingarskipan. Men hinvegin kann tað tykjast løgið, um vit lata verandi kós koyra, hóast hon ikki er lagað til føroysk viðurskifti, og hóast vit síggja, at her er okkurt, sum kundi verið betur. Hetta gerst als ikki eftir einum degi. Men spurningurin er, um vit vilja seta kósina móti eini miðsavnan av serfrøðini ella um vit góðtaka, at hon er spjødd út átta ymisk aðalstýri, sigur Annita á Fríðriksmørk m.a. í viðmerkingunum.