Knapt túsund børn á fótbóltsskúla

Fótbóltur: Tann fyrsti av fýra skúlum er í høvuðsstaðnum í gjár og í dag

Klokkan tíggju fyrrapartin í gjár var tann fyrsti av fýra fótbóltsskúlum í summar settur í Gundadali. Jákup Simonsen, formaður í útbúgvingarnevndini hjá FSF setti skúlan, og so fóru tey gott og væl fýra hundrað børnini undir venjingarnar, sum hildu fram út á seinnapartin, og aftur í dag verður runnið, sparkað, spælt og stútað. Høvuðsvenjarar í Gundadali eru Mattias Davidsen og Petur Simonsen.

Komandi vikuskifti verða tveir fótbóltsskúlar á skránni. Annar verður á Svangaskarði og í Runavík, og hin verður í Vági. Eina staðni millum tvey og trý hundrað eru meldaði til skúlan í Eysturoy, og í Vági man talið fara at knappast um tey eitt hundrað.

Annað vikuskifti verður fótbóltsskúli í Klaksvík. Har hava umleið hálvt annað hundrað boðað frá luttøku, og tað vil siga, at samlaða luttakaratalið á fótbóltsskúlunum í summar fer at knappast um tey eitt túsund.

Fótbóltsskúlar hava verið í Havnini, Klaksvík og í Eysturoy í fleiri ár, men hetta er fyrsta árið, at ein skúli verður hildin í Suðuroy.