Knekkur miðstaða

Talv: Skjótt kann vendast í talvi, og tað kunnu havnarmenn bert ásanna. Kollfirðingar vunnu nevnliga stórsigur móti oddaliðnum, meðan klaksvíkingar nú bert eru hálvt stig aftanfyri eftir at hava vunnið móti toftamonnum.

Havnarmenn fóru til Kollafjarðar við almiklum sjálvsáliti, og ikki var tað merkiligt, tí frammanundan høvdu teir vunnið allir sjey dystirnir í ár. Men kollfirðingar sum høvdu Báðir Thomsen brøðurnir við móti miðstaðarfelagnum, ætlaðu at verða teir fyrstu at knekka teimum úr Havn, og tað gjørdu teir við at vinna heili 3,5-0,5!

Torbjørn Thomsen vann móti Carl Eli N. Samuelsen á fyrsta borði. Torbjørn kom annars sera illa frá byrjunarspælinum, men í miðspælinum gjørdi Carl Eli ein skeivan frúgvaleik og eftir tað stóð Torbjørn betri. Alt breyt saman hjá Carl Eli og at enda bleiv kongur hansara mátaður mitt á borðinum.

Bernhard Thomsen stóð verri alt talvi móti Halduri S. Johansen á øðrum borði, men beint sum Haldur ætlaði at bróta ígjøgnum gjørdi hann ein tapandi kongaleik. Eftir hetta fekk Bernhard kvalitet og vann løtu seinni talvið.

Hans Kristian Simonsen hevur onga respekt fyri hægri rataðum telvarum, tí móti Herlufi Hansen, sum annars hevði vunnið øll talvini í ár, vann hann sannførandi. Hans Kristian hevði svarta fólkið, men tað vardi ikki leingi so hevði hann fyrimun. Herluf royndi at verja sum frægast, men Hans Kristian fekk finnu og vann síðani trygt eitt meirfinnu endatalv.

Hálva stigi havnarmenn fingu fekk Martin Poulsen á fjórða borði móti Karl L. Johannesen. Martin stóð eitt vet betur, og hann gjørdi rætt við at avviklað støðuna til eitt endatalv. Men Martin bleiv ov grammur og fór eftir finnum, og nærum gloymdi frífinnurnar hjá Karl Louisi. Martin mátti lata bisp fyri finnu, men Karl Louis gjørdi eitt grovt mistak og Martin fekk tvingað ein javnleik.

Einasta talvi sum skil var í, var vinningurin hjá Hans Kristiani. Hini talvini vóru sera rótut og illa leikt.

Havnin er enn á odda í deildini, men munurin er nú bert hálvt stig.


Jens Kristian vann

Klaksvíkingar visti úrslitið í Kollafirði áðrenn teir settust við talvborðini á Toftum, og tað eggjaði teimum at herja á toftamonnum. Høvdu klaksvíkingar vunnu 4-0, ja so var fyrstapláas teirra, men trý stig varð tað teir máttu taka til takkar við.

Tofta Talvfelag hevur egið talvhús, og hava tí allar møguleikar at menna seg. Kona til telvara hevði bakað køkur til telvarnar, so tað varð lagt upp til ein hugnaligan og spennandi dyst, har telvarnir ikki sótu svangir teir mongu tímarnar eitt talv tekur.

Fyrsta borðið hjá toftamonnum, Jens Kristian Hansen, hevur ikki vunnið nakað talv í hesum kappingarárinum, men móti Rana Nolsøe fann Jens Kristian sítt eyðkenda góða spæl framaftur. Talvið varð sera opið, og báðir høvdu eina rúgvu av taktiskum møguleikum. Báðir góvu alt tað teir høvdu, men tað varð Jens Kristian sum varð tann stóri taktikarin. Hann fekk rikið Ranasa kong út á borðið, og fekk ein rók sum bonus. Jens Kristian átti at vunnið heldur fyrri enn hann gjørdi, men eftir sætta tíma fekk Rani sítt fyrsta null í ár. Talvið er við á blaðnum í dag.

Helgi Joensen av Toftum tapti móti Ólavi Simonsen á øðrum borði. Tað varð annars javnt í byrjanini, men Ólavur fekk ogna sær eina finnu, og vann uppá tíð í vunnari støðu.

Steintór Rasmussen vann eitt drúgt talv móti Wenzeli Højgaard. Wenzel mátti lata finnu í byrjanini, men hann leikti væl hareftir og átti helst at fingið okkurt stigið, men tíðarneyðin ávirkaði Wenzel ov nógv, og Steintór vann at enda.

Jústines Hansen av Toftum tapti sítt fyrsta talv í ár, og tað móti Tummasi M. Anthoniussen. Jústines stóð klárt betur, men í miðspælinum fekk Tummas útjavnað og løtu seinni hevði hann fyrimun. Jústines royndi alt hann var mentur, men Tummas fekk at enda stigið.

3-1 er eitt gott úrslit hjá klaksvíkingum, og hjá toftamonnum varð úrsliti ikki gott, teir eru nú nevnliga einsamallir aftastir.


Hvalvíkingar snávaðu

Teir úr Sandavági vórðu glaðir fyri at fáa tvey stig vestur við aftur úr Hvalvík. Hvalvíkingar hava betri manning og kunnu tí ikki verða nøgdir við úrslitið.

Martin Brekká hevur leikt nógvar javnleikir í ár á fyrsta borði, og móti Torkili Nielsen mátti hann stríðast manniliga fyri javnleikin hann fekk. Torkil royndi at vinna við meirfinnu, men Martin vardi væl og teir samdust um javnleik.

Á øðrum borði vann Bernhard Augustinussen úr Sandavági óvæntað móti Finnbirni Zachariassen. Finnbjørn sá ov seint vandan, og misti mann fyri tvær finnur. Bernhard vann trygt.

Á triðja borði gjørdi Gutti Petersen eitt grovt mistak móti Gunnari Joensen. Eftir tað vann Gunnar lættliga.

Heri Christoffersen úr Sandavági og Sámal Christiansen leiktu javnt á aftasta borði. Sámal fekk miðskeiðis í talvinum eina finnu, men Heri svarari skjótt aftur við at taka aðra finnu. Heri bjóðaði tá javnt og Sámal tók av.


Støðan eftir 8. umfar:

Havnin 22,5

Klaksvík 22

Hvalvík 14,5

Kollafj. 13,5

Sandavág 12,5

Toftir 11


Spenningur er nú av álvara komin í toppin.

Telvað verður ikki næsta vikuskifti, men um tvær vikur skulu sandavágsmenn til Havnar og hvalvíkingar fara til Klaksvíkar, meðan kollfirðingar taka móti toftamonnum.


2. deild

Um vikuskifti vórðu tveir dystir telvaðir í Havn.

Havnin 2 vann 3-1 móti runavíkini, meðan Havnin 3 tapti 3-1 móti vestmenningum.


Støðan í 2. deild:

Vestmanna 16,5

Havnin 2 14

Runavík 11

Havnin 3 10,5

Klaksvík 8


Nú fá umfør eru eftir, er líkt til vestmenningar verða aftur at síggja í fyrstu deild.


3. deild

Vestmanna og Havnin 4 leiktu 2-2 í Vestmanna, og Klaksvík vann 2,5-1,5 móti Róki.


Støðan í 3. deild:

Havnin 4 22,5

Gøta 15

Havnin 5 14,5

Vestmanna 14

Klaksvík 12,5

Rókur 5,5


Í unglingadeildini varð ein dystur. Klaksvík 1 vann 3-1 móti Havnini 2.