Kofoed saman við vespunum

Eftir at hava verið í FCK og GÍ roynir bornholmski álopsmaðurin seg nú í næstbestu deildini í Danmark

Tá ið hann í vár kom til Føroya og Gøtu varð vónað og kanska roknað við, at hann skuldi gera hol í sjógvin við málskjótingini hjá GÍ. Men tað megnaði hann ikki, og undan summarsteðginum fór hann av aftur landinum.
Tað er Vitus Kofoed, sum tað snýr seg um. Bornholmarin, sum hevur so mikið av grønlendskum blóði í sær, at hann er grønlendskur landsliðsspælari, hevur ofta skift felag seinastu tíðina. Eftir at hava roynt seg í FCK og GÍ, er hann aftur í Keypmannahavn, har hann roynir, hvussu langt evnini kunnu bera í Brønshøj. Hetta felagið flutti síðsta kappingarár niður í triði bestu deildina. Men tá ið FC Nordjylland fór á húsagang og harvið varð tikið úr næstbestu deildini, var aftur pláss fyri Brønshøj millum tey næstbestu.
Í Danmark verður Brønshøj nevnt fyri vespurnar. Higartil í hesum kappingarárinum hevur tað verið so sum so við broddinum. Teir hava tapt báðar landskappingardystirnar.
Týskvøldið vunnu teir í 2. umfari í steypakappingini. Mótstøðuliðið var FC Roskilde, sum ikki hoyrir heima í divisiónunum. Teir høvdu heimavøll, og tað tók sína tíð, áðrenn teir vórðu koppaðir. Brønshøj vann 7-5 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 3-3, og í longdu leiktíðini fingu liðini hvør sítt mál.
Vitus Kofoed var fyri fyrstu ferð á Brønshøj liðnum týskvøldið, men hann taldist ikki millum málskjúttarnar.