Nakrar hugleiðingar, ella tankar, nú eitt ár er farið síðani Asbjørn Selfoss í Sørvági, andaðist tann 6. desembur 2011, 81 ára gamal.
Í hesum døgum er eitt ár liðið síðani pápi doyði. Eitt heilt ár síðani hann friðarliga sovnaði inn í deyðan uttan nakað hóvasták.
Tá nakað skuldi verða hjá honum, skuldi tað verða her og nú og soleiðis doyði hann eisini, onki við at útseta ella bíða til seinni, nei tá tað skuldi verða, ja, so skuldi tað verða beinanvegin.
Pápi varð føddur í Sørvági 20. juli 1930, hann var sonur Almu, vanliga nevnd Alma hjá Oyrahansinu. Hann var elstur av 6 systkjum.
Pápi var sjómaður við stórum S, sjógvurin var hansara lív, har var hann “kokkurin”. Tey sum hava silgt saman við honum róptu hann bara kokkurin, eisini í dagligari talu. Ein væl avhildin maður, sum dugdi síni ting og sum var røkin sum fáur.
Tá hann var 6 ára gamal bleiv hann yvirkoyrdur og breyt høgru hond so illa, at tað var ikki hugsingur um at fara í skúla, tá ið tann tíðin kom. Hondin bleiv ongantíð aftur í lagi, partur av hondini var deyð. Hetta forðaði honum tó ikki, at takað í har tað skuldi gerast. Pápi byrjaði longu sum stórur smádrongur at arbeiða, hann mátti hjálpa til við at fáa húsarhaldið at ganga upp.
Tá pápi fór í skúla gjørdi hann skjótt av. Hann var so væl fyri bókliga, at okkurt skúlaár varð lopið um. Tá hann var 15 ár gekk leiðin á Háskúla í Havn, men hann gjørdi ikki nakað meira við tað bókliga og valdi sjógvin og kokkalívið, sum sín vinnuveg.
Pápi silgdi við øllum sløgum av skipum, alt frá línuskipum til gasstangaskip. Haldi at hansara longsta tíð á sjónum bleiv brúkt við farmaskipum, har hann silgdi bæði við føroyskum og donskum reiðaríðum. Tá hann silgdi við donsku reiðaríðunum, var tað ikki óvanligt at verða burtur í útvið eitt heilt ár í senn. Minnist ta einu ferðina hann kom heim, eg kendi næstan ikki mannin, sum kom heim til okkum, nú var tað ikki mamma sum bestemmaði alt longur og tað var ikki so lætt at góðtaka í fyrstani. Tá hevði hann verið burtur í næstan 1 ár.
Vit báðir, pápi og eg, høvdu eisini okkara samanstoytir, onkuntíð kundi tað leika nakað hart á, báðir líka stedigir og líka illsintir. Onkrir av hesum samanstoytunum kundu varðað leingi, men flestu teirra vóru av líka so skjótt, sum báðir partar høvdu sagt sítt. Skjótir upp og skjótir niður aftur. Kanska ikki so løgi, at fleiri siga, at vit báðir líkjast so nógv.
Hesi seinastu nógvu árini hava vit bara verði allarbestu vinir, sum skiltu hvønn annan sera væl og sum vóru samdir um tað mesta.
Solidariskur var hann um ein háls, órættvísi dámdi honum ikki og tí skuldu vit verða so erlig og rættvís sum møguligt. Hetta hevur hann eisini lært okkum, solidariteturin og erligheitin liggja í sjálvfylgjuni.
Í 1992 fekk pápi ein hjartatilburð, hann bleiv fluttur til Rískissjúkrahúsið har 4 æðrar blivu skiftar út við nýggjar, ið vóru tiknar úr beininum. Tá varð sagt, at skurðviðgerðin helst fór at halda í umleið 10 ár. Har var hann eisini treiskur, skurðviðgerðin helt næstan 20 ár, stikk den.
Fyri tað, um hann legðist á landi, tí heilsan ikki rakk til sjólívið, legðist hann ikki á latu síðuna.
Tey, mamma og hann, royndu seg eitt skiftið, sum ánara av bensinstøð við grillhúsið, hetta var í ringastu krepputíð og var hetta ein tung og strævin tíð, og tí vóru tey ikki drúgv innan hetta yrkið.
At pápi var lættur at koma í samband við og tosa við, vitna gestabøkurnar um.
Húsini hjá teimum eru stór við nógvum kømurum, øll børnini vóru farin av rókini, so har var alt tómt.
Í tilkomnum aldri byrjaði hann saman við mammu, Ból og Bita (Bed and Breakfast) heima við hús. Hetta dámdi honum serstakliga væl, nú fekk hann aftur samband við nógv fólk, bæði føroyingar og útlendingar.
Gestabøkurnar eru á tremur við góðynskjum til teirra og tøkkum fyri gott og skemtiligt prát.
Onkur góð og stuttlig søga er eisini komin burturúr hesum;
Ta einu ferðina skuldu tvey ung fólk gista. Hesi tørnaðu inn rættuliga skjótt og vóru tíðliga uppi morgunin eftir, tey komu til gott og vældekka morgunmatarborð. Nú fortaldu tey, at tá tey komu, kendust tey slettis ikki, pápi helt bara, at tá tey komu til teirra saman, ja so vóru tey par, og tí hevði hann eisini innkvartera tey í sama kamar.
Nakrar mánaðar seinni fingu mamma og pápi innbjóðing til brúdleyp og tey skuldu verða “special gest of honor”, tí hesi fittu eldru fólkini høvdu ført tey saman. Á ferðini í Føroyum hjá hesum ungu, kom eisini barn burturúr paringini.
Mong jólakort og mangar heilsanir eru komin frá glaðum gestum til teirra fyri teirra gestablídni.
Seinasta samrøðan okkara millum, var kvøldi fyri hann doyði. Eg var júst komin heim frá arbeiðsferð í Danmark, vit sótu í stovuni og prátaðu um dagsins trupulleikar, serliga teir politisku trupulleikarnar. Eitt tað seinasta hann segði um okkara politisku valdsharrar, var ikki nakað, sum kann endurgevast her, orðavalið var hart og kontant. Nei teimum ráðandi, teimum, ið landinum stýra, hevði hann ikki nógv gott at siga um.
Henda morgunin pápi doyði, tann 6. desember 2011, var sera kalt. Hann ætlaði sær út at grava trappuna fyri kava, men abbasonurin við sama navnið, Asbjørn, kom framvið og bjóðaði sær til at grava fyri hann. Tá hann var farin avstað aftur, fór pápi út at skoða, um hetta var gjørt nóg gott, og tað var tað sjálvandi. Tá hann kemur inn aftur, sigur hann við mammu; “tað er so kalt úti, at tað stingur í bringuni”. Hann setti seg niður og tey sita og práta, hann spyr um okkurt og mamma svarar, tá hon so spyr hann um okkurt og hann ikki svarar, spyr hon uppaftur og vendir sær við, fyri at hyggja eftir honum, tá sat hann so friðarliga deyður í stólinum, beint upp og niður, stigaður av vegginum aftanfyri hann. Alt uttan hóvasták, við ein fart, einki at bíða við.
Tað vardi ongan, at hetta skuldi henda. At eg fekk hasa góðu løtuna saman við tær kvøldið fyri, eri eg nakað so ótrúliga glaður fyri. Børnini eru sera kedd av, at tey ikki fingu møguleikan fyri, at siga bei ímeðan tú enn var á lívi. Tær valdu tí at verða saman við tær í fleiri umførum, tá tú lá undir børðu, og tær góðu tær sera vakrar myndir, sum tær høvdu teknað, at leggja í kistuna til tín.
Tekningin frá Hallu varð teknað í skúlanum um somu tíð, sum tú andaðist, tá visti hon ikki at tú var deyður. Hon hevði skrivað til tín, at hon elskaði teg og at hon var so glað fyri, at tú var hennara og Evu´sa Abbi.
Familju maður var tú, tú elskaði hvørja løtu øll familjan var saman. Ongantíð ov nógv fólk rundan um teg. Og tú stákaðist í køkinum líka til tað síðsta. Eingin fór svangur út av húsinum.
Vit eru 5 syskin, abbabørnini eru 18 og langabbabørnini vóru tá 4, eitt er komi afturat síðani og tvey eru á veg, og eg veit, at tað hevði dámt tær ómetaliga væl at uppliva hesi børn eisini.
Hetta skrivaði eg á mín vegg á Facebook 10. desember, tann dagin pápi fór til gravar – “Um fáar tímar byrjar seinasta ferðin hjá kokkinum. Mangar baldrutar túrar hevur hann verið ígjøgnum, men dagurin í dag er sera stillur og vakur, kavin liggur so hvítur og ikki eitt lot er í luftini, himmalin er bláur og sólin hevur hug til at stríða seg upp um fjallatopparnar. Ein góður dagur at leggja pápa til hansara seinasta hvíldarstað”.
Ja, kokkurin er farin, og saknurin er stórur. Eva og Halla leingjast sera illa. Tá fiskafrikadellur eru á menuini, grettir ikki, at tær siga, “vit leingjast eftir frikadellunum hjá abba” tað sama siga tær um rullupylsuna, kleynirnar og mangt annað.
Góði pápi, túsund takk fyri at tú tók so væl ímóti Katrin og Beintu tá tær komu inn í mítt lív, Beinta var frá fyrstu løtu tín abbadóttur á jøvnum fóti við øll hini. Túsund takk fyri tína erligheit og tína lívsgleðið, sum vit øll nýttu gott av, eg kundi blivið við, men at enda fari eg bara at siga túsund takk fyri alt.
Kokkurin er farin, hvíl í friðið góði pápi.
-----
Súni