KOKS vunnið stóran heiður

WHITE GUIDE DANMARK 2020: – Ársins fiska- og skeljadjórauppliving verður latin einum stað, sum bjóðar ein ráan og ófalsaðan góðan smakk av frískum fiska- og skeljadjórum og megnar at fyrireika hesi, so tey geva eina makaleysa smakkuppliving.

Soleiðis sigur The White Guide í grundgevingini fyri at lata KOKS heiðurin sum »Årets fiske- og skaldyrsoplevelse«.

##med2##

White Guide skrivar víðari, at við unga Poul Andrias Ziska á odda hevur Koks seinastu árini gjørt allan heimin varugan við ikki einans dygdargóðskuna hjá matstovuni, men eisini við rávøruskattakamarið í Føroyum, sum hevur ovurgóða góðsku. Her uppi kunnu vit av røttum tosa um »merroir«, og júst fiskur, tari og skeljadjór hava alt árið framúrskarandi pláss á matarskránni hjá Poul Andriasi Ziska. Ikki løgið, tí sansur hansara fyri at skapa stóran og gulreinan góðan smakk við lokalu skattunum er púra einafalt einastandandi.

– Minnist til at seta eina vitjan á KOKS á listan, hon er púra einfalt millum heimsins bestu matstovur og bjóðar eina fantastiska uppliving í staðsetingini langt burturi frá alfara vegi og í bondskum umhvørvi, skrivar The White Guide.