Kolding vann á botnproppinum

Kolding er nummar fimm

Meinhard E. Olsen spældi í kvøld allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Kolding spældu dyst móti botnproppinum, Middelfart á Autocentralen leikvøllinum í Kolding.

 

Tað eydnaðist Kolding at vinna dystin 1-0. Christoffer Palm skoraði sigursmálið miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Meinhard fekk við 7,7 (av 10 møguligum), og harvið besta karakterin frá Soccerstand/Flashscore. Miðaltalið hjá øllum leikarunum hjá Kolding var 7,1.

 

Kolding er nummar fimm í deildini við 21 stigum. Teir eru trý stig aftanfyri fremstu liðini, Hillerød og Hvidovre sum hava 24 stig hvør.

 

Í morgin klokkan 13 spæla Adrian R. Justinussen, Poul Kallsberg og liðfelagarnir í Hillerød dyst á útivølli móti Hobro. Somu klokkutíð hava Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad dyst á heimavølli móti Esbjerg.