Kollfirðingar steyk avstað við ferðini

Tað gjørdist 14 ára gamli Tony Weyhe úr Kollafirði, sum fór avstað við fótbóltsferðini til Fraklands

Fótbóltsferð

Saman við Atlantic Airways hevur Sosialurin aftur í ár skipað fyri eini kapping, har møguleiki var at vinna eina fótbóltsferð.
Sum tað hevur verið siður, so varð startskotið til kappingina latið av, tá árliga serblaðið um fótbólt var við í Sosialinum, og í 15 fylgjandi bløðum skuldu nakrir puntar síðani savnast saman, soleiðis at ein fullfíggjað mynd kundu byggjast upp.
Myndin ímyndaði teir báðar, Pól Thorsteinsson og Thierry Henry í nærdyst á Tórsvølli í fjør summar, og nú verður ein 14 ára gamal kollfirðingur millum teirra, sum fáa møguleika at hyggja at, tá returdysturin verður spældur í Fraklandi tann 3. september.

Tað var nevnliga navnið hjá 14 ára gamla Tony Weyhe, sum stóð á lepanum, ið varð drigin úr trivaligu rúgvuni av seðlum, tá vinnarin av kappingini skuldi finnast.
Tá vit týsmorgunin fingu orðið á Tony, var fríkorter í skúlagongdini, og hóast tíðin var knøpp, so var gleðin í røddini ikki at fara skeivur av. Skjótt fekk hann staðfest, at hann veruliga hevði vunnið, og hann var eisini ivaleysur, tá vit síðani spurdu, um tað var onkur floksfelagi, sum nú skuldi hava at vita um vinningin. »Jú ? heilt sikkurt«.
Umframt Tony verða annars hópin av øðrum fótbótlshugaðum føroyingum, sum fara til Fraklands í september mánaði. Vanliga plaga føroyingar í stórum tali at ferðast við, tá fótbóltsgarparnir royna seg uttanlands, og tað ljóðar, at áhugin fyri dystinum í Fraklandi er nærum eins stórur, sum hann fyri útidystinum móti Týsklandi fyri hálvum triðja ári síðani.
So er bert eftir hjá Tony at gera av, hvør ferðafelagin verður. Ferðin frá Atlantic Airways er nevnliga fyri tveir persónar.