Bæði KÍF og Neistin høvdu harðliga brúk fyri stigunum, sum liðini bæði dystaðust um í fyrsta dystinum í endaspælinum, sum var leiktur sunnudagin. Heilt fitt av fólki, meginparturin kollfirðingar, høvdu leitað sær í Hoyvíkshøllina til dystin, men tað var ikki tað poleraða hondbóltsspælið, ið tey fingu at síggja.
Lítið skipað spæl
Í fyrra hálvleiki var ilt at taka dagar millum liðini bæði. Tað gekk rættuliga javnt á, og sjáldan var meiri enn tað eina málið á muni.
Tað tóktist tó, sum um kollfirðingar vóru eitt sindur meiri tendraðir til dystin, og yvirhøvur vóru teir eitt sindur meiri ágrýtnari enn neistamenninir. Spælararnir hjá KÍF stríddust manniliga fyri hvørjum einasta bólti, sum teir eisini eru kendur fyri at gera, og tað røkkur ofta langt.
Hjá Neistanum tóktist tað hinvegin sum um, at menn ikki høvdu tað stóra at spæla fyri, men liðið hevur nakrar einstaklingar í Damir Oros og Áka Mørk, sum kunnu nógv, og hevði tað ikki verið fyri hesum, so var dysturin sunnudagin avgjørdur longu fyri steðgin.
Teir báðir Oros og Áki skutu bróðurpartin av málunum hjá Neistanum í fyrra hálvleiki, og mongu málini hjá teimum báðum gjørdu sítt til, at Neistin kundi fara til hálvleiks við einari leiðslu upp á eitt mál, 16-15.
Neistin var á odda 16-14, tá ið einans átta sekund vóru eftir av fyrra hálvleiki, men eftir eitt time-out borðreiddu kollfirðingar við dagsins detalju. Bólturin var givin upp á miðjum vølli, og høgri vongur hjá KÍF stormaði heilt oman í borðið, áðrenn hann sendi bóltin inn í málteigin, har Regin Petersen leyp inn og slóg bóltin í netið til stóra frøði fyri teir mongu kollfirðingarnar á áskoðaraplássunum.
Kanska hevði Neistin kunna havt størri hálvleiksleiðslu, um teir ikki gjørdu so nógv óneyðug mistøk, og harafturat fingu teir fleiri óneyðugar útvísingar. Eitt nú fekk málverji Neistans, Jota, tvær ferðir tveir minuttir fyri steðgin. Tað fyrru útvísingina fekk hann fyri kjaftaslit, meðan tann seinna var á markinum til eitt reytt kort, tá ið Jota jarðlegði unga Arnbjørn Hansen á miðjum vølli.
KÍF legði bragdliga fyri
Um tað var hegnisliga málið beint fyri steðgin, sum hevði givið KÍF ein eyka innspræning, áðrenn lagt var til brots í seinna hálvleiki, skal verða ósagt, men tað er ein sannroynd, at kollfirðingar fingu eina framúr byrjan upp á seinna hálvleik, og tað var í veruleikanum í hesum minuttum, at dysturin bleiv avgjørdur.
Fyrstu fimm minuttirnar av seinna hálvleiki skoraði KÍF fimm ferðir, meðan Neistin einki mál fekk hesa løtuna. Tískil vóru kollfirðingar bráddliga á odda við fýra málum, 20-16, og neistaliðið tóktist fullkomiliga í upploysn. Skotroyndirnar hjá Neistanum fóru antin við síðuna av málinum, ella tók ein vælleikandi Óla Kristian í KÍF-málinum sær av teimum.
Neistin royndi frá byrjan av seinna hálvleiki at seta Dan Thorleifsson og Blagoje Buha á vøllin, men tað var uttan úrslit. Buha hevur verið skaddur í rúma tíð, og tað var týðuligt sunnudagin, at hann er ikki komin ordiliga í gongd aftur enn.
Tað sá ikki út til, at Neistin fór at koma aftur í aftur, men tá ið seinni hálvleikur var okkurt um hálvrunnin, gjørdu teir bláu ein vørr, men tað var ikki nóg mikið til, at teir megnaðu at koma upp á javnt aftur.
KÍF var betra liðið í dystinum, og tað var eisini fult uppiborið, at teir vunnu dystin. Serliga hugaligt var at síggja unga vongin hjá KÍF, 18 ára gamla Arnbjørn Hansen, sum spældi ein fínan dyst og gjørdist toppskjútti hjá kollfirðingum við átta málum. Hann fara vit óivað at síggja nógv til seinni. Harumframt er vert at nevna Rógva Weihe, sum hóast hann kanska ikki er so sjónligur, spældi ein branddyst í verjuni hjá KÍF.
Hjá Neistanum var tað ikki nakar sum so, ið skaraði framúr. Gamaní skutu bæði Damir Oros og Áki Mørk eina rúgvu av málum, men leikliga hekk millum lítið og einki saman hjá Neistanum. Í mun til kollfirðingar høvdu havnarmenninir als einki strikuspæl, og tað undraði, at Rani Slættanes sat á beinkinum allan dystin. Tað hevði avgjørt verið eina roynd vert at sett hann inn á strikuna í eini roynd at venda gongdini.
Við sigrinum á Neistanum sunnudagin eydnaðist tað samstundis KÍF at stríða seg upp á triðjaplássið við seks stigum framman fyri H71 og StÍF við fimm stigum.
KÍF-Neistin 34-30(15-16)
KÍF: Arnbjørn Hansen 8, Gert Hansen 7, Regin Petersen 6, Mirko Milinkovic 5(1), Jóan Pauli Olsen 4, Eddie Joensen 2, Rógvi Weihe 1, Teitur Joensen 1(1)
Neistin: Damir Oros 11(4), Áki Mørk 8, Ólavur Brimnes 4, Roar Dalsgarð 3, Helgi Michelsen 2, Tróndur Kragesteen 2
Brotskøst: KÍF 3(2), Neistin 4(4)
Útvísingar: KÍF 4, Neistin 8
Dómarar: Uni og Hannis Wardum - megnaðu væl at stýra einum annars sera rótutum dysti.