Bústaðarmarknaður loysast úr bankafjøtrum
Tað er eitt høvuðsmál hjá Javnaðarflokkinum, at øll skulu kunna útvega sær ein hóskandi bústað fyri ein rímiliga kostnað. Trygg og góð bústaðarviðurskifti er ein fyritreyt fyri góðum livikorum og uppvakstrarmøguleikum.
Hetta er ikki møguligt hjá øllum dag. Bústaðarmarknaðurin er stirðnaður í einstáttaðum útboði av dýrum sethúsum og eigaraíbúðum – eitt útboð sum ikki svarar til tann sera ymiska tørv, sum einstaklingar og familjur hava. Hjá nógvum húsarhaldum er kostnaðurin so ovurhonds høgur, at tað kroystir teirra livikor.
Hetta er m.a. eitt úrslit av manglandi almennum bústaðarpolitikki, og at privatu peningastovnarnir onga kapping hava havt á bústaðarmarknaðinum í fleiri áratíggju.
Nýggjur virkisfúsur Húsalánsgrunnur
Við radikalu lógarbroytingini fær Húsalánsgrunnurin nú nýggjar heimildir, umframt orkulán, til at:
Veita fígging til íbúðafeløg og íbúðastovnar til bygging av leiguíbúðum og lutaíbúðum
Veita realkredittfígging til íbúðir og sethús
Verða stigtakari saman við øðrum so sum kommunum, pensjónskassum, fakfeløgum, stovnum, áhugafeløgum ella privatum fyritøkum, til at
Byggja, reka og leiga út íbúðir, íbúðarhús og lestrarbýlir
Leigu- og lutaíbúðir størsti tørvurin
Tað er neyvan í nøkrum framkomnum samfelag, at útboðið av leiguíbúðum er so vánaligt sum í Føroyum. Vánaligt merkir bæði, at útboðið er ógviliga lítið, at støðið er sera vánaligt, og at leiguprísirnir eru alt ov høgir í mun til dygdina.
Tað eru nógv, sum ikki vilja pantseta alla sína fíggjarligu framtíð í dýr sethús ella eigaraíbúðir, men heldur vilja búgva til leigu. Í hvussu er í eina tíð.
Tað eru lesandi og onnur ung, sum flyta heimanífrá, sum ongar bústaðarmøguleikar hava ídag.
Tað eru stakir uppihaldarar og ungar barnafamiljur, sum ikki fáa endarnar at røkka saman við verandi húsaprísum.
Tað eru fólk við serligum tørvi, sum longjast eftir at sleppa at búgva fyri seg sjálvan, í leigu- ella lutaíbúðum, evt. skipað sum vardir bústaðir - men ikki hava havt henda møguleika.
Tað eru eldri, sum sita einsamøll í stórum dýrum húsum, og heldur vildu sloppið í betri hóskandi eldraíbúðir, evt sambygdar íbúðir við felags fasilitetum.
Her er størsti tørvurin fyri nýggjum fjøltáttaðum bústøðum, sum leigu- ella lutaíbúðir.
Lutaíbúðalógin veruleiki
Við nýggju lógini kunnu fólk nú taka seg saman og stovna eitt lutaíbúðafelag, til tess at útvega sær egnan bústað á ein lagaligan hátt, og uttan at seta seg í stóra persónliga skuld. Ognin verður ein felags ogn hjá lutaíbúðafelagnum, meðan einstøku lutahavararnir eiga brúksrættin til hvør sína íbúð. Felagið stendur fyri fíggingini av t.d. 80% av kostnaðinum, meðan innskotið hjá einstøku lutahavarunum kemur at verða 20%.
Um t.d. 10 lutahavarar byggja eina ogn við 10 lutaíbúðum fyri t.d. 15 mió.kr., so kemur lutafelagið at fíggja 80%, tvs. 12 mió.kr., meðan teir 10 lutaeigararnir skulu fíggja tey 20%, tvs. 3 mió, ella 300.000 kr. hvør. Hetta er tann persónliga skuldin hvør einstakur átekur sær.
Til avdráttir og rentur av lántøkuni hjá felagnum og til aðrar felags útreiðslur gjalda lutaeigararnir so eitt íbúðagjald, svarandi til eina húsaleigu. Eins og onnur bústaðarlán fáa rentustuðul og sethúsabygging fær MVG-frítøku av arbeiðsløn, verða somu treytir galdandi fyri lántøku til og bygging av lutaíbúðum.
Brúkaravernd við húsakeyp
So hava vit eisini fingið nýggja lóggávu at verja brúkaran, sum fer út á marknaðinum at gera lívsins størsta keyp – at ogna sær hús ella íbúð. Her hevur næstan valdað lóglóysi – ein elligomul keypilóg, ætlað smásølukeypi, hevur verið einasta álitið.
Fastognarkeypilóg hevur ásetingar um støðufrágreiðing (tilsynsrapport) frá autoriseraðum byggikønum, um skaðaendurgjald fyri ábrek, um ognarskiftistrygging, um iðranarrætt við húsakeyp o.a.
Húsameklaralóg setir krav um autoriseraðar húsameklarar, at meklari ikki kann umboða bæði seljara og keypara, at kontantprísur skal upplýsast, og at allir viðkomandi upplýsingar um ognina skulu gevast.
Standa klárir at fara ígongd
Nógvir áhugaðir partar standa klárir at fara ígongd beinanvegin, bæði við bygging av leiguíbúðum og lutaíbúðum. Verkætlanin um leiguíbúðir í sonevndu Berjabrekku 3 hevur bíðað í áravís eftir lóggávuni. Eftirlønargrunnurin LÍV stovnaði longu í febr. í fjør P/f Lutaíbúðarvirkið, við einum innskoti uppá 10 mió. kr., við tí endamáli at byggja og fíggja luta- og leiguíbúðir. Bæði í Tórshavnar og Klaksvíkar kommunum, í kommunum í Eysturoy og Suðuroy og aðrastaðni, eru ætlanir um bygging av luta- og leiguíbúðum. Samstundis er eisini áhugafeløg fyri ymiskum bólkum hjá fólki við serligum tørvi, sum í áravís hava bíðað eftir hesi lóggávuni til at fara ígongd.
Nú eru fyritreytirnar til staðar, við nýggja Húsalánsgrunninum og aðrari neyðugari lóggávu. Áhugaðir partnarar tróta ikki, tvørturímóti standa tey í bíðirøð. Spennandi verður at síggja hvussu skjótt vit fara at síggja fyrstu úrslitini av nýggja bústaðarpolitikkinum.