Seinasta árið hava vit í Sjálvstýri havt nógvar fundir saman. Nú, tá ið kommunuvalið stundar til, hava vit í eini røð av fundum viðgjørt og tosað um ymisk hugskot, ið liggja okkum á hjarta. Hvør fuglur syngur við sínum nevi, og tað er áhugavert at hoyra øll hugskotini.
Millum skilagóðu ráðini frá Sámal Petur í Grund, har hann bindur royndir frá politiska lívi sínum saman við framtíðar visjónum, fortelur Frida Klakstein okkum, hvussu vit kunnu gera býin og bygdirnar meira hugnaligar og grønar fyri tey, sum eru til gongu. Hon hevur royndir at arbeiða sum gartnari í býnum og sær umhvørvið í øðrum perspektivi. Her er gott at hava Sven Dahl, sum fær sett okkum alt í samanhang, tí hansara vitan um kommunal viðurskiftir er einastandandi.
Vit eru øll samd um, at býurin skal fríðkast nógv meira og hugskotini floyma - meðan vit droyma. Endamálið er, at tað skal vera nógv meira av tí góða, sum ger okkum stolt og nøgd og meira sum dregur okkum út um hurðina. Tað tykist sum, at tað manglar ein býarplanur fyri tey til gongu.
Túrurin kring vánna
Í dag kann tað vera ein blandað uppliving at ganga framvið vágni. At ganga runt vágna skal gerast til eina nógv betri uppliving. Har skal vera møguleiki at uppliva eitt reint og ruddiligt umhvørvi uttan at noyðast at siksakka millum kloakkir, arbeiðspláss og bunkar av óruddi. Eisini skal bleyt og hørð ferðsla skiljast sundur, har tað ber til.
Ósánna til børnini
Ósáin átti at verið tikin við í býarætlanina sum ein natúrligur dýrgripur. Stóð tað til onkran, so varð hon løgd undir asfalt. Í Havn sóu vit, at síðani Havnará varð liðug, hevur hon drigið lív og barnalátur til sín. Vit vilja eisini hava nattúrligu spæliplássini fram aftur her í Klaksvík, so at tey kunnu verða til gleði fyri smá og stór.
Fleiri trøð og plantur
Trøðini eru vøkur og fríðka væl um. Men tey eru so nógv annað. Trøðini taka upp nógv vatn, trøðini tálma vindinum og tey geva skugga. Onkutíð verður sagt, at trøðini ikki vaksa væl í Klaksvík, men tað er í besta føri ein myta. Runnar og litríkar plantur ríka eisini umhvørvið.
Ung í arbeiði
Ung í arbeiði er komið fyri at verða og má ikki lúta fyri øðrum ætlanum. Týdningurin av at hava tey við og geva teimum ognarskap má ikki undirmetast. Tey fríðka býin, bæði so og so.
Lívd fyri veðrinum
“Veðrið má sær sjálvum ráða,” plaga vit at siga. Vit føroyingar tosa nógv um veður og vind uttan at fáa gjørt so nógv við tað. Men fyri tað kunnu vit gera tað meira liviligt úti. Eitt hugskot er at byggja skjól fyri regni og lívd fyri vindi. Vit kunnu millum annað byggja útistovur, ið hóska til okkara veðurlag. Støð, har tað ber til at steðga á, hittast ella bara vitja, sum varðar á leiðini heim.
Víkingagravinar úti í Grøv
Frítíðarøkið úti í Grøv er hugnaligt, og tað eru mong, sum gera sær ein túr út har, serliga um summarið. Hetta er ein náttúruperla, vøkur og væl hildin við líka. Vit meina, at tað kundi verið meira gjørt fyri at draga enn fleiri vitjandi, bæði lokal og ferðafólk. Millum annað eiga vit at seta fram ynski til avvarðandi myndugleikar at fáa útgrevstur gjørdan av víkingagrøvinum í økinum. Við tí hava vit betri møguleika at varðveita meira av okkara søgu og fortelja hana víðari. Har eru eisini tveir tómir svimjihylar, ið partvíst kunnu lokast við glasi, sum kundi hýst plantum og list, umframt at verið eitt stað, har til ber at sita og njóta ein kaffimunn.
Tak ikki feil, Sjálvstýri raðfestir umhvørvið!
Hjalmar Zachariassen
Sjálvstýri