Tað gongur framvegis striltið at fáa semju um ætlanina at leggja øll trý sjúkrahúsini í Føroyum undir eina og somu leiðslu.
Tað ásannar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Í summar legði ein vælmannaður arbeiðsbólkur eina menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið í Føroyum, og har vóru 25 tilmæli í um, hvørji stig eiga at verða tikin.
Og eitt av teimum tilmælum var at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina og somu leiðslu, fyri at gera tað lættari at samskipa virksemið.
Suðuroyar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið hava ikki sett seg ímóti hesi ætlanini, men í Norðoygggjum vilja tey ikki hoyra talan um, at Klaksvíkar Sjúkrahús verður lagt undir somu leiðslu sum hini bæði sjúkrahúsini.
Sirið Stenberg sigur, at síðani hevur hon havt fundir við umboð fyri politisku flokkarnar og leiðslurnar fyri sjúkrahúsini. Tann seinasti fundurin var nú ein dagin, men politikarar í Norðoyggjum og leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi vilja framvegis ikki hoyra talan um at leggja Klaksvíkar Sjúkrahús undir somu leiðslu sum hini bæði sjúkrahúsini.
Sirið Stenberg sigur kortini, at hon arbeiðir framvegis við málinum.
– Og vit mugu eisini ásanna, at nú ber tað so til at tosa um viðurskiftini, og tað er í øllum førum eitt framstig, tí tað hevur tað ikki borið til áður, staðfestir hon.
Men hon ásannar eisini, at einaferð skal ein støða takast, og tann støðan kann vera, at Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús leggja saman og samskipa virksemið ímillum sín, og so stendur Klaksvíkar Sjúkrahús uttanfyri og heldur fram undir síni egnu leiðslu.
Hon sigur, at tann fyrsta tíðin kann so kanska vera ein royndartíð at vita, hvussu tað riggar.
Hinvegin sigur Sirið Stenberg, at fleiri av tilmælinum um okkara framtíðar sjúkrahúsverk eru ikki bundin av spurninginum um at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina felags leiðslu. Og nú verður roynt at útgreina tey við tí í hyggju at seta tey í verk.