Kommunala útjavning og progressivan kommunuskatt

Javnaðarflokkurin er fyri kommunalari útjavning og at kommunuskatturin verður broyttur, so hann verður progressivur, eins og landsskatturin

- Tað er gleðiligt at síggja Búskaparráðið leggja fram eitt greitt uppskot um, hvussu vit kunnu fara í gongd við eina millumkommunala útjavning í Føroyum. Javnaðarflokkurin hevur í nógv ár víst á stóra tørvin á eini útjavningarskipan, ið tryggjar livikorini í øllum landinum, sigur John Johannessen, løgtingsmaður og formaður Javnaðarfloksins á tingi.

Hann sigur, at tað er stórur ójavni millum økini í Føroyum.

- Hendan ójavnan hava vit skyldu at rætta uppá. Allir føroyingar eiga at hava nøkulunda javnbjóðis møguleika at liva og virka í Føroyum. Uppskotið hjá Búskaparráðnum er góð byrjan upp á at loysa hesa avbjóðing, heldur John Johannessen.

Hóast javnast skal við nøkrum milliónum úr høvuðsstaðarøkinum út til hini økini í landinum, ber Javnaðarflokkurin ongan ótta fyri, at hetta á nakran hátt fer at ganga út yvir livilíkindini í høvuðsstaðarøkinum.

John Johannessen vísir kortini á, at tað tó ikki bert er ein millumkommunal útjavningarskipan og kommunusamanlegging, ið skulu til fyri at bøta um ójavnan millum fólk og øki í landinum.

- Vit hava sett okkum fyri, at kommunuskattaskipanin skal broytast, so kommunuskatturin verður progressivur eins og landsskatturin. Ikki fyrr enn tá hava vit eina skattaskipan, ið veruliga byggir á hugsjónina um, at breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar. Í dag er støðan við kommunuskattinum tann, at lægstu inntøkurnar uppá seg í veruleikanum bera størstu byrðarnar, sigur formaður Javnaðarfloksins á tingi.