Kommunan kennir til trupulleikan

Leivur Hansen, formaður í Havnarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu, metir ikki, at talan er um ein trupulleika hjá kommununi, men harmast um støðuna. Heðin Mortensen, borgarstjóri lovar at gera okkurt við trupulleikan

Bátapláss

Eirikur í Jákupsstovu

eij@sosialurin.fo


Bátarnir, ið liggja við Gomlu Rætt, hoyra til bygdir í Tórshavnar Kommunu. Bygdirnar talan er um, komu við í Tórshavnar Kommunu í 2005, og tí er tað á onkran hátt kommunan, ið hevur ein part av ábyrgdini av hesum bátaplássum. Men Leivur Hansen, formaður í Havnarnevndini hjá kommununi, metir ikki, at tað er eitt mál hjá Havnarnevndini.

- Talan er um eina landshavn, og ikki eina kommunala havn. Havnarnevndin umsitur havnirnar í økinum fyri kommununa, men tað er ikki okkara ábyrgd at útvega sjálvi plássini, greiðir Leivur Hansen frá. Hann veit tó eisini at siga, at kommunan arbeiðir við at byggja fleiri bátapláss, men at tað ikki fær loyst hendan trupulleika, ið nú er vorðin so átrokandi.


Kommunan vil tosa um tingini

Heðin Mortensen lovar sum borgarstjóri at gera sítt til at hjálpa bátaeigarunum. Men dugir at síggja at nøkur endalig loysn liggur fyri enn.

- Vit hava fingið eitt bræv við minst 15 undirskriftum, har bátaeigarar ynskja hjálp. Tí havi eg sum borgarstjóri sent bræv og teldupost til Landsverk, við tí vón, at vit kunnu tosa um tingini, heldur enn bara at síggja trupulleikarnar, sigur Heðin Mortensen. Hann metir eisini, at tá bátarnir hava ligið so leingi, má mann í hvussu so er, geva monnunum rímiliga tíð at umráða seg.

- Eg skilji heldur ikki, at trupulleikin stingur seg upp so knappliga, men meti, at kommunan hevur ein part av ábyrgdini at loysa trupulleikan, tí bátarnir hoyra til í kommununi, greiðir borgarstjórin frá.

Hann sigur eisini, á sama hátt sum Leivur Hansen, at bátapláss er nakað mann arbeiðir við í løtuni, men at hetta ikki verður loyst eftir einum degi.