Tað skrivar Kringvarpið. Í staðin eigur kommunan at kanna, um hon sjálv skal keypa økið fyri marknaðarprís, so grønu og rekreativu virðini í økinum kunnu varðveitast.
Tað er høvuðsniðurstøðan í hoyringarviðgerðini hjá Umhvørvisdeildini.
Deildin staðfestir, at uppskotið til nýggja byggisamtykt gevur nógv størri møguleikar at byggja enn galdandi byggisamtykt. Samstundis verður víst á, at uppskotið ikki hevur greiðar reglur um byggitættleika, umhvørvisávirkan, ferðsluviðurskifti, parkering og náttúruvernd.
Verður kortini farið víðari við ætlanini, hevur Umhvørvisdeildin átta ítøkilig tilmæli. Millum annað eigur kommunan at greiða betur frá, hví útbyggingin er neyðug, og hvørjar avleiðingar hon fær fyri nærumhvørvið.
Deildin vísir eisini á, at økið longu er undir stórum útbyggingartrýsti. Tað liggur millum skógarfriðað øki og frílendi, og tí eigur ein framtíðar bygging at byggja á eina heildarætlan fyri landslag, grønar samanhangir og burðardygga lendisnýtslu.
Málið hevur fingið stóra umrøðu. Fyrst komu fimm hoyringarskriv inn til kommununa. Eftir at hoyringarfreistin varð longd, og borgarafundur hevði verið, komu fýra afturat. Til samans hevur kommunan sostatt fingið níggju hoyringarskriv.
Ætlanin er at broyta byggisamtyktina, so tað verður møguligt at byggja 84 íbúðir í upp til trimum hæddum í nýggja býlinginum Ternutúni. Sambært galdandi byggisamtykt kann økið í dag einans nýtast til útstykking av 18 sethúsum.
Málið skal nú viðgerast politiskt í Tórshavnar kommunu.










