Men vit vita, at langt er eftir á mál, tí Harrin gav okkum ikki hesa vøkru verð í teirri meining, at hon skuldi oyðast við kríggi, óndskapi ella dálking.
Tað gleðir meg at síggja, hvussu vøkur og vælhildin tey eldru húsini niðri á Reyni og Bakkahellu eru vorðin, eftir at tey eru umvæld. Men vandi er altíð í vælferð. “Elisabeth Minde” , ið kendi havnaðurin Jakku Danielsen bygdi í 1938, sum var eitt satt prýði í mong ár, men sum sær út, sum hon ongan góðan eigur. Og sama er við hjallinum, sum stendur við E. M., sum Christian Didriksen átti í sínu tíð. Hetta er eitt vónbrot at síggja. Hetta skuldi kommunan gjørt nakað við, um eigararnir ikki kunnu finna útav tí.
Eg vil bert nevna eitt dømi afturat, av fleiri. Húsini í Bringsnagøtu, “Í Fjósi”, har krambúðin hjá Villa Simonsen lá, seinni Magnus Bærentsen, og har Brugsan av fyrstan tíð sá dagsins ljós, eftir kríggið. Og í hinum endanum av húsinum, nærri Skansastovu, eitt skraddarapar (úr Nólsoy?). Í hinum endanum hevði Fía í Smiðjustovu handil við toy. Húsini “í Fjósi” blivu flutt, helst áðrenn 1938, niðan á Gripsveg, har Kamilla í Fjósi og Hans búgva í teimum.
Eg fari at spyrja Kommununa og tey ella tann, ið hava ábyrgdina av býnum, og hvørjum standi hann er í, um tit vilja kennast við hetta? Hetta hevur jú sæð soleiðis út í mong ár og er ikki nøkur vøkur sjón fyri ferðafólk.
Eg vil eisini í hesum sambandi, nú umhvørvi er í hásæti, heita á Tvøroyrar Kommunu, um tað ikki hevði verið eitt gott hugskot, um at tað bleiv ruddað í Trongisvági, ávegis til Hvalba. Hetta er als ikki nakað prýði fyri ferðafólk heldur.