Kommunuætlanin farin til hoyringar

Fyrsta kommunuætlanin í Føroya søgu er send til almenna hoyring. Allir borgarar í kommununi eru vælkomnir at gera viðmerkingar til ætlanina.

Fyrsta kommunuætlanin í Føroya søgu er send til almenna hoyring. Allir borgarar í kommununi eru vælkomnir at gera viðmerkingar til ætlanina.

 

Tað boðar Tórshavnar kommuna frá.

 

Tórshavnar kommuna hevur latið gera kommunuætlan, sum skal tryggja menningina í kommununi nógv ár fram í tíðina. Kommunuætlanin snýr seg um framtíðina og um, hvørja kommunu vit ynskja at búgva í – í dag og um nógv ár.

 

Og nógv er lagt fyri. Kommunuætlanin er í trimum pørtum og fatar um støðuna í dag, visjónina “Fram móti 2030” og so sjálva kommunuætlanina, har stungið verður út í kortið, hvussu Tórshavnar kommuna er skipað um 15 ár.

 

Í kommunuætlanini verður millum annað nágreinað, hvar útstykkingar verða, og hvussu ferðslukervið verður bygt út komandi nógvu árini.

 

Ætlanin fatar eisini um fíggjarligan vøkstur og vøkstur í fólkatali, ráðlegging, har kommunan er raðfest og skipað inn í ein vælumhugsaða og framtíðarkenda ætlan í einum samspæli millum vakran og spennandi arkitektur, eitt virkið vinnulív, ein livandi miðbý, ein væl vardan gamlan býarpart, bygdirnar og vakra náttúru.

 

Tórshavnar kommuna ynskir at fáa so nógvar viðmerkingar frá borgarum sum gjørligt, tí hetta snýr seg um teirra kommunu. Tí ber til hjá øllum borgarum at siga sína hugsan um kommunuætlanina og kommununa annars á torshavn.fo. Øll eru vælkomin at gera viðmerkingar.

 

Til ber eisini at lesa kommunuætlanina á torshavn.fo. Haraftrat liggur kommunuætlanin frammi á hesum støðum: Býarbókasavnið, Snarskivan, Býráðshúsið, Kunningarstovan, Fróðskaparsetur Føroya, Svimjihøllin í Gundadali og Reinsaríið. Kommunuætlanin er eisini at finna á á øllum smærri plássum í kommununi, á sendistovum Føroya umframt í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

Borgarafundur um kommunuætlanina verður hildin í Skúlanum við Løgmannabreyt mikukvøldið 29. oktober.