Kommunueindin

Tað sigur C sjálvt

Jógvan Finnur Poulsen

Í stuttsøguni "Tann dagin um Múlan" sigur Heðin Brú soleiðis: "Men tá tann blíða Klaksvíkin kom vann hon uttan svørðslag."
Hvat hevur hetta við kommunuvalið 2004 at gera? Einki, men hetta kann kortini nýtast sum mynd um eina aðra vík her í oynni. Men tá tann blíða Runavíkin kom vann hon uttan svørðslag!
Hetta dettur fram í hugan, nú fleiri bygdir kropp á kroppi tysja út at lima seg inn í stórkommununa á eystara armi Skálafjarðar.
Havi leingi hugsað um eindina her hjá okkum Fuglafjørður, Gøta, Leirvík. Tann blíða Klaksvíkin dró og dregur alsamt fólk til sín, ja bygdir í Norðuroyggjum. Sambandið und-irsjóvar kemur skjótt ? hvussu verður við Leirvík? Uttan iva flyta fólk vest-urum fjørðin at búseta seg, og tí er spurningurin ? fara leirvíkingar at brellast eftir samstarvi eysturyvir?
Í Gøtu hava røddir verið at hoyrt, sum tráa úteftir, meðan aðrar vilja henda-vegin.
Úti í heimi verða stórar eindir skipaðar. Eysturlandið í Íslandi er ein stór-kommuna, og tað er ikki av tilvild. Teir vita, at sam-an-hald merkir styrki. Heim-sins stórsta oyggj Grønland verður ætlandi skipað í 7 kommunur.
Samstarvsrák er týðuligt og lítið batar her at rógva andróður.
Samstarv gongur allar vegir og óttin fyri at missa vald er grundarleysur.
Samanhald hevur altíð styrkt og avbyrgingarpolitikkur ongantíð hildið.
Hetta er stórmál, sum komandi býráð noyðist at taka støðu til. Hvussu langt verður farið er altíð ein samráðingarspurningur.
Lat farið vera farið. Lat ikki gjárdagin marva burturav hesum degnum. Lat okkum rætta út bróðirhond, tí einki kemur í ein knýttan neva!
Eindin her F.L.G. er fyri mær náttúrlig, landafrøði-lig, búskaparlig sera sterk.
Styrkt samanhald ? størri møguleikar!
Veljið tí framtíðina