– Hetta er øgiliga óheppið.
Tað staðfesti Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, á býráðsfundi í gjárkvøldið. Býráðið hevur viðgjørt trotið á kommunulæknum í Havn, tí nú vilja tey hava landsmyndugleikarnar at gera nakað við tað.
– Tað eru einir 2000 fólk í Tórshavnar Kommunu, sum ikki hava ein fastan kommunulækna, og tað er øgiliga óheppið, heldur borgarstjórin.
Orsøkin til at kommunulæknar ikki vilja arbeiða í Havn, er, at teir noyðast at hava so nógvar sjúklingar í part, at teir føla ikki, at teir fáa veitt ta tænastu, teir skulu, samstundis sum at vandin fyri mistøkum veksur undir so hørðum arbeiðstrýsti.
Men borgarstjórin í Havn heldur eisini, at læknar eru sum fólk flest, tí teir vilja eisini hava eitt vanligt familjulív, heldur enn at arbeiða nátt og dag.
Í dag hevur hvør kommunulækni einar 1800 til 2000 borgarar og tað halda teir er alt ov. Sjálvir halda læknarnir, at teir skulu ikki hava meiri enn í mesta lagi 1500 fólk í part.
Avleiðingin av tí er, at læknar eru farnir úr starvi, og tá ið søkt verður eftir lækna aftur, eru ongir umsøkjarar, tí teir vilja ikki ganga undir treytirnar.
Tað eru 11 kommunulæknar í Havn, men kommunulæknar hava eisini sagt seg úr starvi, so í løtuni eru trý størv mannað við vikarum.
– Fyri stuttum varð lýst eftir tveimum kommunulæknum. Fýra umsøkjarar vóru, men bara ein tók við starvinum, tí hinir vildu ikki ganga undir treytirnar.
Í býráðnum varð upplýst, at kommunulæknar vilja ikki hava meiri enn 1.500 borgarar í part fyri at kunna veita eina grundiga og góða tænastu til øll og samstundis hava tíð til eftirútbúgvingar
– Skal hvør kommunulækni hevði í mesta lagi 1.500 borgarar, skulu tveir ella tríggir kommunulæknar setast afturat í Havn, sigur býráðið í Havn.
Tí hevur Tórshavnar Býráð nú einmælt samtykt at heita á landsmyndugleikarnar um at seta fleiri kommunulæknar í Havn, so at arbeiðsbyrðan minkar og teir fáast at trívast. Samstundis skal ein ætlan gerast fyri at útvega fleiri viðtaluhøli til kommunulæknar í Havn,
Annika Olsen sigur, at hon hevur borið trotið á kommunulæknum upp á mál við Landssstýriskvinnuna í heilsumálum, Sirið Stenberg.
– Hon er vælviljað og hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at seta ein kommunulækna afturat í Havn, samstundis sum at hon vil virka fyri at fáa játtan til ein kommunulækna afturat, sigur Annika Olsen.
Sostatt eru útlit til, at tað verða fleiri kommunulæknar í Havn í næstum, leggur hon afturat.