Kommunurnar brúka aftur meira

Útreiðslurnar hjá kommununum eru nú aftur farnar at vaksa.

Tað vísa tøl frá Hagstovuni.

Í fjør brúktu kommunurnar meiri til rakstur og íløgur enn undanfarnu tvey árini. Samstundis eru skattainntøkurnar vaksnar, og annað árið á rað høvdu kommunurnar avlop.

Kommunurnar brúktu 3,8 prosent meiri til rakstur og íløgur í fjør samanborið við árið fyri. Hetta bar til, tí meira kom inní skatti, 4,4 posent meira.

Í 2011 vóru útreiðslurnar hjá kommununum til rakstur og íløgur 1.450 milliónir kr. Hetta var 50 milliónir meira enn í 2010. Síðani 2001 eru útreiðslurnarar farnar úr góðum 700 milliónum upp í 1,7 milliard í 2008. Útreiðslurnar minkaðu so í tvey ár til í fjør, tá gongdin aftur vendi.

Kommunurnar gjørdu í 2008 óvanliga nógvar íløgur. Árið eftir, í 2009, fullu rakstrar- og løguútreiðslurnar við 300 milliónum, ein minking upp á 16 prosent. Seinastu trý árini hava útreiðslurnar ligið um 1,4 milliard.

Skattainntøkurnar hjá kommununum í 2011 vóru 1.534 milliónir kr., og var tað 64 milliónir meira enn í 2010. Vøksturin var 4,4 prosent.

Í 2001 var skatturin umleið ein milliard, síðan tá hevur gongdin víst ein javnan hóvligan vøkstur, uttan í 2009, tá fíggjarkreppa var. Nú er skatturin hjá kommununum samanlagt 1,5 milliard – eina hálva milliard meiri enn í 2001.