Neyðhjálp
Eftir at hava arbeitt intenst síðani fólkatingsvalið, tá samgongan sá, hvar leiðin gekk, koma teir nú, 4 mánaðir áðrenn løgtingsvalið, við neyðhjálp, sum skal sissa pensiónistarnar.
Hildnir fyri gjøldur
Allur bati bøtir, og skal tað verða pensiónistinum væl unt, at teir fáa umleið 400 kr. meira um mánaðin, men álvaratos, er hatta ikki at halda teir fyri gjøldur? Hvørjir pensiónistar, sum ikki kunnu arbeiða, tí teir eru sjúkir, avlamnir og annars illa fyri, fáa gleði av, at inntøkan við síðuna av pensjón og viðbót hækkar úr 22.300 krónum um árið upp í 44.500 krónur, ikki ein.
Kommunurnar og eisini pensiónistarnir gjalda
Tað er enn einaferð tær kommunur, sum eru ringast fyri og tí hava høgt skattaprosent, sum koma at gjalda, og má ein undrast yvir, at samgongan brúkar sama ?harraboðs framferð? yvir fyri kommununum, sum tá í botnfrádrátturin bleiv hækkaðaur.
Eftir at hesar kommunur hava gjørt og viðtikið sínar fíggjarætlanir, viðtekur samgongan lógir, sum ávirkar inntøkurnar munandi hjá kommununum tann skeiva vegin, soleiðis at ætlanirnar mugu broytast til stóran ampa fyri borgarnar í kommununi, eisini pensiónistarnar.
Ein má undrast yvir, at samgongutinglimir, sum vara av kommununum, taka undir við hesari framferð.
?Neyðtøka?
Allur skattalætti, sum hendan samgongan reypar um, hava kommunurnar goldið sín stóra part av. Tað kann samanlíknast við ?neyðtøku?, tí kommurnar eru ikki eftirspurdar og hava heldur ikki haft møguleika fyri at siga nei, tí samgongan hevur bert tikið.
Sami framgangsmáti er brúktur viðvíkjandi kirkjuskattunum, har landið og ikki kommunurnar áseta prosentið nú, hetta hevur við sær at prosentið er hækkað frá 0,25 til 0,30 og síðani til 0,70.
Framgangsmátin bleiv eisini brúktur, tá ið FAS-skipanin kom í gildi og kostar hetta kommununum 12 mill krónur.
Niðurbindir kommunur
Tað er luturin hjá teimun, sum stýra, at vera umhugsin og vísa fyrilit, men tað kann ikki sigast um verandi samgongu, sum við sínum framferðarhátti niðurbindur tær kommunur enn meira, sum eru ringast fyri.
Tá ið spurt var í Fíggjarmálastýrinum um hædd var tikin fyri mistar inntøkur hjá kommununum var svarið, at tað var ikki endaliga politiskt viðgjørt.