Í ár ætla kommunurnar at gera tvær ferðir so stórar íløgur sum landið Eftir fíggjarætlanunum fyri 2008 ætla kommunurnar at brúka 595 mió. krónur til íløgur í ár. Tað sæst í einari uppgerð hjá innlendismálaráðnum .
Tað merkir, at tær kommunalu íløgurnar eru 122 mió. krónur størri í ár enn í fjør og nógv størri enn tað, sum landið setti av á uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2008.
-Eg má halda meg til galdandi lóggávu á økinum, sigur Heðin Zachariasen, landsstýrismaður í kommunumálum, við Kringvarpið.