Kommunustjórin í Havn sagt seg úr starvi

Bjørgfríð Ludvig, sum hevur verið kommunustjóri í Tórshavnar kommunu síðani 2016, hevur í dag sagt seg úr starvi

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, boðar frá hesum til starvsfólk í kvøld. Einki verður sagt um orsøkina um, hví hon hevur sagt seg úr starvi. 

Men borgarstjórin sigur, at tey í næstum fara at søkja eftir nýggjum kommunustjóra.