Komnir væl áleiðis við Dómkirkjuni

Timbur- og snikkaraarbeiðið í umvælingini av Havnar Kirkju er mest sum liðugt, og nú verður málað

 


Síðani fyrst í januar mánaði hevur verið arbeitt við fullari ferð í Havnar Kirkju, sum verður umvæld frá topp til tá.


Alt gólvið frammi í kór er tikið upp. Síðani er bjálvað, og síðani eru gomlu fjalarnar umvældar og lagdar á aftur. Í hesum sambandi var neyðugt at leggja nakrar nýggjar fjalar, men hesar eru síðani ”vaskaðar” við runuvatni, so tær ikki líkjast burturfrá.


Alt gólvið á balkonunum er eisini tikið upp og er umvælt, og nakrir av elstu benkrunum eru umvældir. Klædningurin er eisini umvældur í tann mun, at hetta hevur verið gjørligt. Talan er um friðaðan bygning, og tí ber ikki til at gera ov umfatandi umvælingar.


Nýtt tún er lagt runt kirkjuna. Hetta er úr føroyskum gróti, sum er skorið í flísar á Grótvirkinum í Skopun. Tað er Høgni Egholm, sum hevur staðið fyri hesum arbeiðinum. Eisini er stórur partur av el-innleggingini lagt umaftur av Leif Mohr.


Tað eru Ingi á Tórgarði og Martin Mørk, sum hava staðið fyri timburarbeiðinum. Teir eru serkønir innan slíkt arbeiði, og eitt nú eru teir eisini partur av toyminum, sum í tvey ár hevur arbeitt við at seta Hvalastøðina við Áir í stand.

 

Nú er Uni Zachariassen, málarameistari, í ferð við at mála kirkjuni innan. Eitt nú er alt hválvið málað av nýggjum. Blaðgull er lagt á stjørnurnar og allir veggir, benkrir við meira er málað.


Eftir er at mála gólv og balkonir, eins og kirkjan skal málast uttan. Tá málaraarbeiðið er liðugt innan, skulu timburmenninir umvæla ymiskt í forkirkjuni.


Eftir ætlan verður umvælingin liðug fyri ólavsøku, og er sostatt klár at taka í nýtslu á tjóðarhátíðini.