Konditiónin gav strandakvinnum sigurin

Hondbóltur: Einasti munur á kvinnuliðunum hjá StÍF og VB leygardagin var, at StÍF orkaði betur móti endanum

Kvinnuliðið hjá VB hevur bert fýra stig, men okkurt bendir á, at tey kundu verið nógv fleiri. Herfyri restaði bert eitt mál í at fáa stig móti Neistanum, og leygardagin brast bløðran ikki fyrr enn móti endanum í dystinum móti StÍF á Skála.

Tá avtornaði, vann StÍF, tí tær orkaðu betur. Leikliga var lítil og eingin munur á, og liðini fylgdust allan vegin fram til seinastu fáu minuttirnar, tá strandakvinnur tryggjaðu sær sigurin og framhaldandi leiðslu í 1. deild.

Í fyrra hálvleiki var spælið ikki serliga gott, men í seinna hálvleiki gekk betur hjá báðum liðunum. VB-kvinnurnar eru stórar og stóðu seg væl í verjuni, men móti endanum gekk luftin undan, og tað avgjørdi dystin.


StÍF-VB 24-21 (11-12)

StÍF: Signhild Petersen 8, Anna Maria Bertelsen 6, Alis Høghamar 3, Paula B. Jacobsen 2, Hanna Thorleifsson 2, Bjørg Mikkelsen 1, Eyðleyg Mikkelsen 1, Katrin Petersen 1.

VB: Sólrun Krosslá 9, Christina Holm 4, Eyðbritt Krosslá 3, Rannvá Augustinussen 2, Eydis Kjærbo 1, Arnleyð Krosslá 1, Carol Strøm 1.

Útvísingar: StÍF 3, VB 3.