Frank Davidsen
----------
Báðir topkandidatarnir í Fólkaflokkinum vóru innan fyri fáar dagar væl skerdir politiskt og tað á ein slíkan hátt, at einum kemur til hugs um útreinsanina hjá Stalin á sinni. Tó blivu hesir fólkaflokkskandidatarnir ikki avrættaðir, á sama hátt sum mótstøðufólk hjá Stalin, sum blivu avrættaði ella send til Sibiria.
Øll sum hava fylgt við í politikki og teir liberalu veljarar fólkaflokksins, sóu Anniku Olsen sum eitt nýbrot í Fólkaflokkinum, mótvegis konservativu kreftunum, sum høvdu myndað flokkin seinastu nógvu árini. Tað er væl skiljandi, at Annika hevur verið í tvístøðu tá liberali og semjusøkjandi Poul Michelsen, sum í áratíggir hevur umboðað Fólkaflokkin í býráðið og á løgtingið, sá seg noyddan at melda seg úr Fólkaflokkinum.
Nógvar røddur hava verið frammi um, at tað restaði lítið í at Annika Olsen fylgdi við Poul Michelsen og fór úr Fólkaflokkinum. Annika hevur kanska longu tá sæð skriftina á vegginum tá, men garvaðu flokksfelagarnir hjá henni hava snildisliga manipulerað hana, tí teir hava sæð avleiðingarnar, um drotningamorðið longu var framt áðrenn løgtingsvalið. Helst hava teir kyrra hana við at geva henni ábeinding um, at hennara tíð sum formaður og politiskur frontfigurur fólkalokksins var á gáttuni. Eftirtíðin hevur víst, at tað alla tíðina hevur ligið í kortunum hjá J-bandanum, at tað fyri ein hvønn prís ikki mátti henda at Annika bleiv formaður.
At Annika fekk eitt kanón val bæði til fólkatings- og løgtingsvalið, gjørdi ikki hennara støðu sterkari, tvørturímóti so gjørdist tað upp aftur greiðari fyri J-bandan, at nú kundi ikki bíðast longur til at fremja leingi ætlaða drotningamorðið.
Longu sum landsstyriskvinna fólkaflokksins seinasta valskeið vísti hon sítt format sum politikari. Millum annað legði hon stóra orku í, at leggja til rættis at fáa útlendingamál á føroyskar hendur, samstundis sum hon arbeiddi við einum tiltrongdum kommunalreformi o.s.fr. Ferð eftir ferð bleiv hon niðurgjørd av sínum partamonnum, enntá av løgtingsins røðarapalli.
Tað má sigast at vera lagnunar speisemi, at ein so dugnaligur politikari við so bjartari framtíð í føroyskum politikki, og við so stórum veljaraskara aftan fyri seg, bleiv brúkt ella rættari sagt misbrúkt, sum ein finna í politiska spælinum.
Hvar hevði fólkaflokkurin verið á politiska barometrinum, um atkvøðurnar hjá Anniku restaðu í, tá ið upptalt varð eftir løgtingsvalið. Og hvussu hevði sæð út politiskt um Poul og Annika høvdu kasta saman áðrenn valið. Allarhelst hevði samgongan verið ein heilt onnur enn hon er í dag.
Flest allir veljarar, sum stuðlaðu Anniku til fólkatings- og løgtingsvalið vóru ivaleyst tryggir um, at hon eftir sínum góða valúrsliti var komandi formaður flokksins.
Láturliga úttalan hjá sitandi formanni um, at orsøkin til stóru undirtøkuna sum Annika fekk til fólkatingsvalið, var tí at veljarin ynskti hana á fólkating, var púrasta burturvið. Tá Annika fær upp aftur størri undirtøku til løgtingsvalið, gjørdist neyðurt at finna “en grimasse der kan passe”. Liðið vann og formaðurin var miðverji.
Samanumtikið so bleiv Annika, sum vildi broytingar og at flokkurin bleiv meira liberalur, ein finna í politiska spælinum hjá fólkaflokkinum. Fólkaflokkurin kemur fyrr elle seinri at bøta fyri tað, sum er farið fram í seinastuni. Livst so spyrst.