Kongsbókin – eitt meistaraverk

Jú tú las rætt, eg haldi Kongsbókin er eitt valaverk. Í grundini skilji eg ikki, hví hon fær so lítla umtalu. Ja nú halda tit mær til góðar. Eg skrivi ikki um hasa reyðu pliktbókina frá hoffinum á Amalienborg, men um bláu bókina hjá Andras Mortensen, sum nevnist “KONGSBÓKIN – og lógir føroyinga í hámiðøld”.

 

Í innganginum skrivar rithøvundurin, at í 2023 vóru 725 ár síðani Hákun hertugi Magnusson lat Seyðabrævið seta í gildi í Føroyum í 1298. Frumritið er varðveitt Í Kongsbókini, sum hýsir elsta skrivliga tilfari, sum finst í Føroyum yvirhøvur.

Kongsbókin er ein lógbók við tveimum skinnhandritum. Tað minna er Seyðabrævið, sum er lóggáva um búnaðarmál í Føroyum, og tað størra handritið endurgevur ta norsku Landslógina, sum var lógtikin í 1274 og samtykt av altinginum í Føroyum fyri 1280. Í Kongsbókini sæst, at altingið varð umskipað til løgting í seinnu helvt av 14. øld.

KONGSBÓKIN Í GLAS OG RAMMU Á TINGI

Í Kongsbókini, sum løgmaður hevði undir hond, fáa vit upplýsingar um lóggávu, rættarskipan og tingskipan føroyinga í há- og seinmiðøld, sum hava evnað føroyska mentan heilt fram til okkara dagar. Kongsbókin er tí føroyskur mentanararvur og ein hin dýrmætasti fornluturin, sum vit eiga. 

Hetta er eitt føroyskt Magna Carta, sum fortelur okkum um lóg og rætt og mál og samfelag gjøgnum øldir. Tað er ikki hvørjum landi unt at eiga slíka bók og so gamalt ting sum okkara. 

Frumskjalið -  Kongsbókina -  eiga vit at fara um við tjóðskaparligari tign og leggja fram í glas og rammu til skoðanar á Føroya løgtingi. So kunnu bæði føroyingar og gestir okkara kenna seg við elsta ting í Europa og lógbókina, sum løgmaður hevði undir hond. 

 

NÝGGJ TÝÐING OG LØTT AT LESA

Útgávan er ætlað leikum og lærdum, sum hava áhuga fyri máli, mentan, søgu og rættarsøgu. Andras hevur syrgt fyri, at vit kunnu lesa upprunatekstin við prentskrift, og so hevur hann eisini týtt forna málið til nútíðar føroyskt, so tað er lættari atkomuligt. 

 

##med2##

Multispektralar upptøkur av Hundabrævinum hava avdúkað higartil ólesiligan tekst í hesum forna føroyska skjali, so tað eru ikki bara fornu skriftirnar úr Rom og Herculaneum, sum  verða týddar av nýggjum í hesum døgum. 

”Kongsbókin”, sum Fróðskapur gevur út, klæðir øllum føroyskum bókahillum og hevur uppiborið dyggari umrøðu í føroyskum miðlum enn pliktbókin “Kongeord” frá hoffinum í Keypmannahavn.

 

LESTUR Í LÓG Í FØROYUM

Tilfarið eigur eisini pláss uppiborið í skúlanum, og er sjálvsagt pensum í søgu, máli og lóg á Fróðskaparsetrinum. “Kongsbókin” er eitt framúr amboð til at fremja bæði gransking og vitan um eldri føroyska lóg og rættarsamfelag, sum eisini hevur týdning fyri okkara samtíð. 

Lestur í lóg er  120 ára gamal í Íslandi, tí tey skiltu hvønn týdning tað hevði at skúla tjóðina eftir egnum fortreytum. Kára á Rógvi, sáli, tók dystin upp í Føroyum góð 100 ár seinni og  treiskaðist til hann fekk gongd á lestur í lóg í Føroyum á master støði. Tey, sum hava borið kyndilin síðani,  kunnu skjótt hátíðarhalda fyrstu fulltiknu kandidatarnar í lóg frá Setrinum. 

Valaverkið “Kongsbókin – og lógir føroyinga í hámiðøld” hjá Andras Mortensen er enn eitt tak á somu leið, og hóast master ritgerðin í lóg var latin inn í heyst, so fari  eg fegin aftur á skúlabonk í lærugrein, sum byggir á tilfarið í Kongsbókini!