Eiðis Ljómfelag og solistar úr Norðljómi hava konsert í Eiðis kirkju í morgin, sunnudagin, kl 20.00 Á konsertini spælir Eiðis Lómfelag bæði klassiskan og nýggjari jólatónleik og eisini nøkur stykki, sum ikki beinleiðis eru jólatónleikur. Eiðis Ljómfelag er mannað við musikkskúlanæmingum og tilkomnum spælarum, og fáa tey rættiliga høvi at gera vart við seg, eftirsum tey eisini upptraðka sum solistar.
Hesa løtuna í Eiðis kirkju verður høvi at hoyra trompet spæla Have Yourself a Merry Little Christmas hjá Hugh Martin og Ralph Blane við orgulfylgjuspæli, klarinett við orgulfylgjuspæli spæla Sonatino no. 3, 1. sats eftir G.P. Telemann. Klarinett-duo spælir Duett eftir Klosé, og nakrar floytur spæla Adagio í C-dur hjá W.A. Motzart útsett fyri floytu-trio. Eisini verður ein saksofon-trio, sum spælir Hark! The Herald Angels Sing og Gleðilig jól, og ein guitaristur spælir Gavotte hjá J.S. Bach. Harafturat spælir ein næmingur Matador á el-klaver og Nú hvítna tindar og Føgur er foldin verður at hoyra á orgli.
Sum nevnt spælir orkestrið eina fjølbroyttari skrá, ið fevnir um Ave, verum corpes hjá W. A. Mozart og Adagio hjá Tomaso Albinoni til Fantasy in blue hjá Joseph R. Eastman og Happy Christmas (War is Over) hjá John Lennon/ Yoko Ono.
Væl komin til eina hugnaliga stund í Eiðis kirkju sunnukvøldið kl. 20.00.