Konsert á havsins botni

Tá Vágatunnilin letur upp í dag, leygardagin 7. desember, verður eisini ein konsert undur havbotninum á skránni. Djúpu tónarnar fara Kristian Blak og onnur at standa fyri og eisini gevur Tutl fløgu út í samband við hátíðarhaldið

Vágatunnilin letur upp í dag og ymiskt er á skránni í samband við hátíðarhaldið fyri fasta sambandið undir Vestmannasund.
Klokkan 20 fara Kristan Blak og onnur at leika. Til takið verður beinrakið rópt ConcerTunello.
Teir, ið far at leika undir Vestmannasundið, eru Dávur Juul Magnussen, trombone, Heðin Z. Davidsen, guitar, Kristian Blak, keyboard, Mikael Blak, bass og Brandur Jacobsen, trummur.
Á skránni hava teir løg, sum áður eru framførd í hellum, t.d. Klæmintsgjógv. T.d. løgini Sjódregil og Marmennil.
Heðin Ziska Davidsen hevur skrivað eitt verk til Vágatunnilin og Kristian Blak hevur eisini skrivað tónleik, sum er í fleiri pørtum: Inngangur, Tunnils Jig, Mitt í, Eg havi verið niðri og Útferð, har bilhorn eru partur av ljóðsamansetingini.
Partur av manningini vitjaðu í ár í Argentina og í januar fara teir á norðurlendska konsertferð og seinni til Týsklands.
ConcerTunnello byrjar klokkan 20 og bussar koyra í samband við spælingina.
 
Fløga
Framførslan í Vágatunnlinum er skipað sum partur av 25 ára haldinum hjá Tutl og í samband við konsertina verður nýggj fløga løgd fram.
Tað er  fløgan ?Tutl -  1977 ? 2002 ? 25 ár ? Live?.