Konsert í Fríðrikskirkjuni

Komandi týskvøld 23. Juli kl. 20.00 spælir Símun Hammer eina stutta konsert á góðar 40 min. í Fríðrikskirkjuni.

 

Verkini, ið verða framførd er fjølbroytt og varierar millum klassiskan virtuosan barokk, franskan romantikk og føroysk orgulverk:

• J.S. Bach: BWV676: Allein Gott in der höh (trio-koralur)

• K. Blak: Jeg vil din pris udsjunge

• K. Bæk: Kom friður av himni

• Alexandre Guilmant (1837-1911): Sats II, Pastorale úr symfoni no. 1 (Sonata no.1)

• Diedrich Buxtehude: BuxWV 149, Preludium og fugur í g-moll

 

Konsertin er partur av Summartónum.

 

Stutt um organistin:

Símun Hammer er til dagligt organistur í Gøtu Kirkju, har hann rekur eitt breitt tónlistarligt virksemi. Sína orgulfakligu bakgrund hevur hann frá kirkjumusikkskúlunum og frá konservatoriinum í Aarhus.