Fríggjakvøldið 12. oktober kl. 20. 30 hava tær báðar Monika Stauss Joensen úr Leirvík og Helene Ringenberg úr Schweits konsert í Leirvíkar kirkju, har tær spæla urgu, violin og cembalo.
Á skránni eru verk eftir m.a. J.S.Bach, Archangelo Corelli og Johan S. Svendsen.
Monika og Helene hava áður havt konsertir saman, men hetta er fyrstu ferð tær hava konsert í Leirvíkar kirkju. Í fjør spældu tær á altjóða Bach-festivali í Schaffenhausen í Schweits, og í mai í ár vóru tær á konsertferð í USA. Monika Stauss er lærari í Føroya Musikkskúla og Helene Ringenberg er urguleikari í eini stórari kirkju í Bern.
Helene Ringenberg vitjar í hesum døgum í Føroyum, og saman venja Helene og Monika til eina konsert í Schweits í næstum. Tað er í hesum sambandi, at tær hava hesa einu konsertina í Leirvíkar kirkju fríggjakvøldið.
Konsertrin er ókeypis, men tey sum hava hug, kunnu lata eina peningagávu til Missión uttan landamørk - stuðul til barnaheim í Rumenia.