Konsert við Froðbiar Sóknar Blues Orkestri & Brandi og Tróndi í Pubbini

Tórsdagin 27. desember kl. 16:00 spælir Froðbiar Sóknar Bluesorkestur í Pub?ini hjá Thomsen. Seinni, sama dag, kl. 20:00 verður konsert við Brandi og Tróndi Froðbiar Sóknar Bluesorkestur spælir lurtaravinarligan blues í ymiskum stílum. Íblásturin er blueseyðkenni frá 60´unum, tó í nútímans tulking. Fyrimyndirnar eru eitt nú Peter Green frá Fleetwood Mac, Eric Clapton og Paul Lamb & the Kingsnakes.

 

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur spældi fyrstu ferð á Jóansøkufestivalinum 2005 á Tvøroyri undir heitinum Holbæks Blues Band. Síðan var steðgur til í summar. Tá var sera væleyðnað frumframførsla í pub?ini hjá Thomsen, og í novembur var konsert í Tvøroyrar Klubba.

 

Í orkestrinum eru Vilhelm Meyer, bas ? Dennis Lave, trummur ? Dávið Jacobsen, lead- og rytmuguitar ? Páll Lave, lead- og rytmuguitar og Kristian Holbæk, vokal.

 

Seinni, sama dag, verður konsert við Brandi og Tróndi Enni. Brandur skal, sum øllum kunnugt, luttaka í svenskum Melodi Grand Prix. 2008. Tónleikarliga sæð vita vit, hvat legendarisku Enni-brøðurnir standa fyri, so neyðugt er ikki við størri umtalu.