Konsertferðin heldur fram

Teir tríggir bólkarnir - LadyFire, Bet You Are William og Crawling Blue ? trína aftur á pall í kvøld í Perluni í Havn, sum liður í landsumfatandi konsertferð. Teir hava framført í Klaksvík og í Suðuroynni, og undirtøkan hevur verið ógvuliga góð.

Tí halda teir fram við konsertferðini, og bjóða í kvøld tríggjar framførslur í Perluni í Tórsgøtu í Havn.

 

Oddamenninir í bólkunum tók stig til at byrja hesa konsertferðina, tí á tónleikaøkinum er Føroyar sera friðarligt, tá ið ongir festivalar eru á skránni. Hetta vildu teir bøta um, og tí tóku teir sjálvir stig til konsertferðina, sum ber heitið ?Í egnar hendur?.

 

Og ilt er at siga, júst hvat ein kann vænta av einum slíkum kvøldi.

 

-Allir bólkarnir spæla ein hálvan tíma í part at byrja við, men tað kann væl verða, at vit halda fram eftir tað, greiða teir tríggir oddamenninir frá, Petur Háberg, Uni R. Debess og Filip Mortensen, sum vísa á, at konsertin í Suðuroynni vardi fleiri tímar eyka.

 

Í kvøld fáa fólk í miðstaðarøkinum so møguleikan at uppliva hesar stemningsfullu og øðrvísi framførslurnar, tá ið Crawling Blue, Bet You Are William og LadyFire framføra í Perluni í Tórsgøtu klokkan 20.00.