Konservativi floksformaðurin í Danmark giftur

Søren Pape Poulsen og Josue Medina Vasquez eru giftir undir privatum umstøðum á ráðhúsinum

 

Søren Pape Poulsen er júst giftur við Josue Medina Vasquez. Bara foreldrini hjá Pape vóru til staðr til vígsluna, sigur hann við Ekstra Bladet. (Arkivfoto) - Foto: Linda Kastrup/Ritzau Scanpix

Formaðurin í danska Konservativa flokkinum,  Søren Pape Poulsen, er giftur við Josue Medina Vasquez.

Tað upplýsir Søren Pape Poulsen fyri Ekstra Bladet.

– Tað er púra rætt. Vit eru vígdir á ráðhúsinum, skrivar hann í skriftligum boðum til Ekstra Bladet.

Floksformaðurin sigur eisini við Elstra Bladdet, at parið ikki hevði sagt nøkrum frá, at teir vóru giftir, og at tað tí kom óvart á fleiri av vinum og kenningum teirra, tá teir lesa um brúdleypið.

Søren Pape Poulsen sigur, at bara foreldur hansara vóru við til vígsluna, sum fór fram undir sera privatum umstøðum.

Hann vil ikki siga Ekstra Blaðnum, nær teir vórðu giftir.

Sambært Ekstra Blaðnum hevur Josue Medina Vasquez fingið sær eftirnavnið hjá floksformanninum, so nú eita báðir Poulsen til eftirnavn.

Á heimasíðuni hjá Søren Pape Poulsen sæst, at hann og Josue Medina Vasquez hittust í Brússel í 2013.

Parið hevur sambært eini klummu í Berlingske verið trúlovaðir síðani 2015 og brúdleypið er útsett fleiri ferðir.

Í 2017 segði Søren Pape Poulsen eitt nú, at parið hevði ætlanir um at lata seg gifta í2018.

Søren Pape Poulsen leggur dent á fyri Fyens Stiftstidende, at tað hevði týdning fyri teir báðar at verða giftir í eini kirkju.

Fyri JosueMedina Vasquez, sum er úr Dominikanska Lýðveldinum, hevði tað týdning,tí tveir menn ikki bara kunnu giftast, haðani hann kemur, segði Søren Pape Poulsen í 2017.

Og kirkjudreymurin livir enn, leggur floksformðarin dent á fyri Ekstra Blaðnum.

Hann sigur, at teir enn ætla sær at giftast í Viborg Domkikre, og at tað brúdleypið fyri teir fer at cwe »tað rætta brúdleypið«.

Tíðindini um Søren Pape Poulsen koma sama dag, sum Politiken hevur eina stóra samrøðu við konservativa floksformannin.

Í samrøðuni sigur hann millum annað, at hann ikki hevur gjørt nakra avtalu við Venstre um eitt felags forsætisráðharravalevni frá bláa veingi til næsta fólkatingsval.

Í staðin heldur Paæe, at tað skal vera tað valevnið við flestum tingsessum aftan fyri seg frá bláa veingi, sum skal vera samráðingarleiðari, um tað verður bláur meiriluti.

Søren Pape Poulsen hevur ikki alment boðað frá, at hann er forsætisráðharravalevni.

Men Hans Engell, sum er politiksur viðmerkjari, heldur tó, at hann við hesum boðum í Politiken er við at koyra sjálvan fram sum framtíðar forsætisráðharri.

/ritzau/

 

 

 

 

Søren Pape Poulsen er júst giftur við Josue Medina Vasquez. Bara foreldrini hjá Pape vóru til staðr til vígsluna, sigur hann við Ekstra Bladet. (Arkivfoto) - Foto: Linda Kastrup/Ritzau Scanpix