Jógvan Páll Lassen er advokatur. Hann er úr Klaksvík, men er fluttur til Havnar. Henry Olsen arbeiðir sum deildarstjóri á Tryggingarfelagnum Føroyar. Hann er somuleiðis klaksvíkingur, sum býr í Havn.
Teir renna sjálvir rættiliga fitt. Henry byrjaði veruliga at renna fyri hálvum fjórða ári síðani. Tá var hann við til flagdagsrenningina. Hetta gav honum veruliga blóð uppá tonnina, og hann hevur luttikið í nógvum kappingum síðani.
- Áðrenn hugsaði eg, at tað var als ikki áhugavert at renna. Men eg bleiv bitin av tí. Eg hevði eisini fingið eitt sindur ov nógv kilo uppá, áðrenn eg fór at renna. Tað er so alt farið av nú, sigur Henry.
Kappingarmenniskja
Henry luttekur í nógvum rennikappingum, og hann kennir tað sum eina gularót at renna saman við øðrum.
- Kappingin ger tað spennandi. Tú setir tær eitt mál, sum tú vilt náa, og so seta eitt hægri seinni. Tú fært motión og spenning í einum, sigur Henry.
Jógvan Páll Lassen er granni hjá Henry Olsen. Honum dámar eisini sera væl at renna. Hann rennur ikki til kappingar, men hann rennur nógv einsamallur.
- Eg renni einar 2-5 ferðir um vikuna. Tað góða við renning er, at tú kanst íðka tað, nær tað skal vera. Mítt starv er sera krevjandi, og tí kann eg ikki vera bundin at føstum tíðum. Tá er tað deiligt at kunna leypa avstað áðrenn arbeiðstíð ella tíðliga um morgunin, sigur Jógvan Páll.
37.000 luttakarar
Teir hava roynt at komið við til New York Marathon í trý ár. Hesa ferð eydnaðist tað.
- Tað verða umleið 37.000 luttakarar í renningini. Eini 200.000 - 300.000 senda umsókn um at sleppa við, so vit vóru hepnir at sleppa við.
Teir eru báðir samdir um, at eitt maraton er tað hægsta innan renning, og New York Marathon er tað kendasta í heiminum. Henry hevur gjøgnumført tvey maraton áðrenn, meðan Jógvan Páll ikki hevur runnið maraton enn.
- New York Marathon er tað ultimativa. Fólk úr øllum heiminum renna við, og býurin er fantastiskur! Vit koma at renna ígjøgnum allar fimm býarpartarnar í New York, siga teir báðir.
Uppliva New York
Teir báðir eru ótrúliga spentir uppá hesa ferðina. Teir ætla at samantvinna ítrivið við eina feriu, har ið teir fara at uppliva New York.
Prátið fer at snúgva seg um renning og motión hjá fólkum, sum hava kontórarbeiði. Teir eru báðir samdir um, at tað er sera sunt hjá fólki at hava ein aktivitet.
- Eg kenni meg nógv betri fyri, tá ið eg fari til arbeiðis, um eg havi runnið. Eg fái meira yvirskot og fái betri konsentrerað meg. Tú fært ein betri svøvn og verður minni pirriligur, sigur Henry og flennir.
Stuðla rørslu
Teir halda báðir, at tað hevði verið eitt gott hugskot hjá fyritøkum at stuðla starvsfólkunum í at halda seg í form. Tað nýtist ikki at vera renning. Men til lívsstílin hja Henry og Jógvani Páll riggar renning best.
- Vit fáa samantvinna renning og náttúruupplivilsi. Eg elski at renna nýggj støð, har ið eg kann síggja flottu náttúruna, sigur Jógvan Páll.
- Renning er gott fyri sálina. Tú fært eisini tíð til at lurta eftir kjakinum í útvarpinum, meðan tú rennir.
Umboða kontórfólkini
Teir báðir fara við gott mót til maraton í New York. Jógvan Páll ætlar sær at gjøgnumføra, meðan Henry ætlar at betra sítt egna met, sum er 3 tímar og tveir minuttir.
- Vit kenna tað, sum at vit umboða kontórfólkini. Vit vóna veruliga, at fleiri fara at hugsa um heilsuna og fara at motiónera, sigur teir báðir at enda.
Teir skulu renna sunnudagin, og teir hava lovað at venda aftur til Sosialin við góðum tíðindum. Spurningurin er bara, um teir fara at renna við slips ella uttan?