Millum tey luttakandi, sum ein longu nú kann siga verða við, eru fleiri sangkór, Tangz, Aria, Aldubáran, Tipple Trio, Dupult Kvartettin, Ragnar í Vík og vinmenn, M.C. Restorff, Kári Sverrisson og Niels Midjord og vinfólk. Eisini lesur Jóanes Nielsen yrkingar og onkur yngri yrkjari verður eisini við.
Eisini verður uppboðssøla, har kend listafólk lata listaverk til hægst bjóðandi.
Tróndur Djurhuus og Ivan Niclasen frá Svf siga, at áhugin fyri at luttaka er stórur. Tað stendur ikki á at fáa fólk at luttaka ókeypis við práti, sangi og arbeiðsmegi og tænastum. Eisini hava peningastovnar, Føroya Tele og Postverkið víst vælvild, í samband við tiltakið.
Sendingin er ætlað at stuðla flóttarfólkum í Kosovo. Fólk hava møguleika at stuðla og tiltakið eigur rós uppiborið, tí royndir aðrastaðni vísa, at slíkt kann geva rættiliga fitt av peningi. Føroyingar eru heldur ikki vanir at halda seg aftur, tá um ræður at veita stuðul til neyðstødd. Hetta hava vit eisini longu nú hoyrt um, í samband við tað, ið longu er gjørt fyri at hjálpa teim neyðstøddu flóttarfólkunum.
Um sendingin verður skorin eftir donskum leisti, vita vit ikki, men danskt sjónvarp hevur áður skipað fyri slíkum sendingum. Eisini nú, ið støðan í Kosovo er hættislig, hava danir skipað fyri slíkari sending. Slipsið hjá sjónvarpsvertinum fór tá fyri 100.000 krónur.
Umframt gott undirhald, so hava føroyingar leygarkvøldið møguleika at stuðla, um tei seta seg við sjónvarið, tá Konto Kosovo fer í luftina.