Myndugleikarnir í Pakistan hava nú skuldsett tríggjar konur fyrrverandi yvirgangsleiðaran Osama bin Laden og tvær døtur hansara fyri at vera komnar ólógliga til landið og fyri at hava verið í landinum uttan neyðugt uppihaldsloyvi. Tær vórðu kunnaðar um skuldsetingina í gjár.
Verji teirra, Muhammed Aamir, sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at verða tær fimm dømdar sambært skuldsetingini, verða tær sendar av landinum ella í fongsul.
Tvær av konunum eru úr Saudiarabia, og tann triðja er úr Jemen. Tær hava búð í Pakistan saman við børnunum og hava fingið verju frá pakistonsku myndugleikunum, síðani servandir amerikanskir hermenn beindu fyri Osama bin Laden tann 2. mai í fjør.